Bjørt Samuelsen tingkvinna fyri Tjóðveldi fer á tingfundi mikudagin at spyrja Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um talsfólk fyri brekøkið. Tingkvinnan fer eisini at seta munnligan fyrispurning um ætlan fyri at steðga plastdálking á sjógvi og landi – hesir spurningar verða settir Sirið Stendberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.
Spurningarnir hjá Bjørt Samuelsen eru prentaðir niðanfyri:
Talsfólk á brekøkinum
Munnligur fyrispurningur settur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum
- Hvat heldur landsstýriskvinnan um uppskotið frá MEGD at seta eitt talsfólk fyri brekøkið í Føroyum?
- Hvørji eru týdningarmestu tingini, ið eiga at verða framd í næstum, fyri at javnseta rættindi og møguleikar hjá øllum borgarum?
Viðmerkingar
Í 2009 skrivaði Føroya Landsstýri undir sáttmála við Sameindu Tjóðir um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Endamálið við avtaluni er, at Føroyar skulu verða eitt gott land at búgva í hjá øllum, ið bera brek.
Grein 33 í sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum.
Herfyri vísti MEGD á tørvin á at skipa eitt óheft eftirlit, og mælir meginfelagiðtil, at eitt talsfólk verður sett fyri økið. Í tíðindaskrivi verður víst til slíka skipan í Grønlandi, og skrivar MEGD m.a.:”Endamálið við talsmanninum er at menna eina skipan, sum er politisk óheft við einum sterkum mandati og breiðum serkunnleika, sum kann koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek. Eindin hevur serkøna vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóða og altjóða mál.
Talsmaðurin virkar við støði í lóg um talsmann á brekøkinum og við støði í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Uppgávan hjá talsmanninum er fyrst og fremst at tryggja, at fólk, ið bera brek, kenna síni rættindi og at hesi rættindi gerast veruleiki í gerandisdegnum. Eisini upplýsir talsmaðurin um møguleika at kæra.
Talsmaðurin virkar sum ráðgevi og vegleiðari hjá almennum og privatum stovnum, hann skal tryggja at alt lógarverk byggir á ST-sáttmálan, savnar inn hagtøl og gevur víðari vitan um støðuna hjá teimum, ið bera brek. Javnan vísir talsmaðurin alment á ítøkilig tiltøk, sum kunnu betra um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek.
Talsmaðurin samstarvar við myndugleikar, stovnar og feløgini á brekøkinum, tó tekur hann sær ikki av persónsmálum. Hann hevur myndugleika at úttala seg alment. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu venda sær til talsmannin, og persónar við breki hava fremstu raðfesting.”
Í samgonguskjalinum stendur: “Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum.” Eitt talsfólk fyri brekøkið kundi sett ferð á at røkka hesum málinum.
Tórshavn 11. februar 2019
Bjørt Samuelsen
Løgtingskvinna
Munnligur fyrispurningur um at stegða plastdálking
settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum
- Hvussu gongur við arbeiðinum at gera eina ætlan at steðga dálking við plasti á landi og sjógvi?
- Hvørji ítøkilig átøk eru ella verða sett í verk at basa plastdálkingini?
- Er talan um samstarv við kommunurnar, ið varða av pørtum av umhvørvisábyrgdini og -eftirlitinum?
Viðmerkingar
Plastdálking er ein stór avbjóðing á sjógvi og landi. Plastið óruddar og skemmir, men meira álvarsamur er ampin og skaðin plast kann gera á djór og aðrar livandi verur. Ein fittur partur av plastdálkingini á landi endar á sjónum og kann gera stóran skaða á eitt nú fugl og súgdjór. Plastið verður eisini spakuliga niðurbrotið til mikroplast og kann soleiðis dálka alla føðiketuna.
Stórur partur av dálkingini á sjónum kemur uttanífrá, og er tað avmarkað, hvat føroyskir myndugleikar fáa gjørt við henda partin, annað enn at streingja á at fáa altjóða samfelagið at taka spurningin í størri álvara. Á landi eru hinvegin víðfevndir møguleikar at avmarka plastdálkingina, við at avmarka nýtsluna, at endurnýta, at innsavna osfre.
Í svari uppá spurning í frá undirritaðu í fjør summar um plastdálking á sjónum, svaraði landsstýriskvinnan millum annað, at: “Landsstýriskvinnan hevur sett plastikk á dagsskránna í heyst við støði í tí norðurlendska samstarvinum, har plastikk verður nógv viðgjørt. Ætlanin er, saman við áhugapørtum í Føroyum, at gera eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu gera okkara íkast til at gera vart við avbjóðingarnar, sum vit hava av plasti í náttúruni, serliga í havinum og hvat vit kunnu gera av munagóðum tiltøkum. Tí hevur landsstýriskvinnan heitt á Umhvørvisstovuna um at gera uppskot til, hvussu vit fáa sett hesa avbjóðing á skrá í Føroyum. “
Útnorðurráðið hevur áður heitt á stjórnirnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi um at seta í verk kanning av mikroplasti í havsins livandi tilfeingi, umframt at kanna hvussu útbreidd plastdálkingin er í Norðuratlantshavi. Og mælt til, at londini seta í verk tiltøk at avmarka nýtsluna av plasti og mikroplasti. Væl ber til at samstarva og nýta royndir hvør frá øðrum at basa hesum trupulleika.
Spurningurin verður settur sum framhald av undanfarnum spurningum, soleiðis at vit áhaldandi fáa fram munagóðar loysnir, ið eiga at setast í verk.
Á løgtingi 11. feb 2019
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna