Borgarstjórin ynskti Rūta Meilutytė góða eydnu til HM

Hóasdagin fór heimskendi svimjarin Rüta Meilutyé, sum hevur vant í Páls Høll, aftur av landinum.  Dennis Holm ynskti henni góða eyðnu til HM. 

Í tíðindaskrivi frá Vágs kommunu stendur, at borgarstjórin í Vágs kommunu heilsaði upp á Rūta Meilutyté hósdagin, eftir at hon hevur havt venjingarlegu í Vági. Rūta Meilutyté er heimskendur svimjari, sum hevur heimsmet í 50- og 100 m. bringu og er Ol-gullvinnari frá London. 

Les eisini: Heimskendur svimjari á venjingarlegu í Páls Høll

Vágs kommuna veit eisini at siga, at Rūta Meilutyté var glað um umstøðurnar og ovfarin av, hvussu hjálpsom og vinarlig øll vóru.

Dennis Holm segði henni og venjaranum, at hon hevur fingið ein stóran fjeppraskara í Vági, og at tey heilt víst fara at fylgja henni í HM. At enda gav borgarstjórin henni bókina “Vágur í myndum” sum minni um tíðina í Vági, og hann segði teimum eisini frá, at tey altíð vóru vælkomin aftur. 

 

Les meira her