Bretar geva Williami Heinesen gætur

Enski miðlarisin, The Guardian læt fyri stuttum eitt yvirlit gera um tær tíggju bestu bókmenturnar úr norðurlondum. Millum mongu ymisku norðurlendsku rithøvundarnar og stórverk teirra var havnamaðurin William Heinesen at finna.

Tað er í sambandi við eitt komandi áralangt hátíðarhald av norðurlendskum rithøvundum, at íslendski rithøvundurin Sigurjón Birgir Sigurðsson hevur latið hetta yvirlitið gera. Tað er skaldssøgan “Tornið við heimsins enda” frá 1976, sum serliga hevur nomið við Sigursjón.

Um William sigur hann:

– Heinesen er hin síðsti av 20. aldarinnar meistarum av norðurlendskum riti, sum enn vantar at vera uppdagaður av altjóða lesaraskaranum. Javnlíkur við íslendska Halldór Laxness, donsku Karen Blix og norðmannin Knut Hamsun var hann ein, sum skrivaði úr tí minsta av norðurheimsins heimum; ta lítla havnarlagið í Føroyum. Eg nýti hvørt høvi eg havi til at sláa trummu fyri bókum hansara. Og nú verður hansara skaldsliga frammanan av lívinum á oyggjunum, sum í mun til ta risastóra havið er eins og eitt sandkorn á einum dansigólvi, útgivið á enskum máli. Eg vóni, at lesarin av hesum orðum fer at fylgja honum har.

William var ikki bara havnaðarmaður, men eitt av tjóðarskaldum føroyinga; eisini hin kendasti rithøvundurin, sum er komin úr landi okkara. “Tornið við heimsins enda” er skaldssøga um Amaldus gamla, ið situr í torninum við heimsins enda, og lítur aftur á lív sítt. Skaldssøgan lýsur ta fyrstu ferðina menniskjan hittir tilverunnar frumevni: Ljós og myrkur, himmalhválvið, stjørnunar, fløturnar, havið, elskhugan og skaldskapin. Ástina og skaldskapin hittir Amaldus í skapi av gentuni Merrit, sum sigur tí yngra dronginum frá ótrúligum søgum og søgnum við deyða og yvirtrúgv.

William Heinesen var framúr marglistamaður og tilevnaði stundum stuttligar tekningar og gátukendar skurðir til Fjúrtanda september.