Brexit órógvar Cymru

Ímeðan walisiski tjóðskaparflokkurin roynir at savna veljaran um, at Wales skulu taka seg úr bretlandi, dregur eitt annað mál fólkið at sær; Bretland skulu úr ES. 

Brandar Heðinsson tulkar bretska valið við atlitið til Wales. Valið verður í morgin. 

Hvønn dag veittrar Union Jack yvir walisiska høvuðsstaðin Caerdydd, men onki er at síggja til hitt walisiska flaggið, Y Ddraig Goch. Valstríðið í Wales hevur verið merkt av enskt mæltum herrópum, bretskum fløggum og walisiskum politikkarum, ið ikki altíð minnast til, at Wales hevur haft heimastýri síðan 1998. Men tó eru tað nøkur slagorð, skelti og lyfti, ið hava ljóma á einum øðrvísi máli og miði; tarian Cymru – Verji Wales.

Walisiski tjóðveldisflokkurin Plaid Cymru (walisiski flokkurin) eigur hesi slagorð. Flokkurin hevur síðani 1925 stríðst fyri varðveitslu og menning av walisiskum máli, mentan og fullveldi. Fyri øllum tí, ið flokkurin tilsamans rópar “tær walisisku Wales”. Men við teimum nýggju ætlanunum, ið bretska stjórnin hevur stungið út í kortið, er tað ikki av ongum, at Plaid Cymru nú eru farin í verjustøðu.

Wales gloymdar
Í miðlinum, Westminister og í sjálva walisiska valbardaganum, verða sermál fyri Wales lítið og onki nevnd. Hetta kemst helst av trimum megin ávum.

Eitt er, at allir flokkanir í Wales, uttan Plaid Cymru, eru enskir lokal flokkar, ið ganga í takt við sínar ensku móðurflokkar. Sigur Enski javnaðarflokkurin, at enska verkafjøldin er svikin, taka walisisku hugsjónarlíkarnir orðini uppaftur. Eisini tá, ið viðkomandi mál ikki kunnu ávirkast av enskum lógum. Støðan er so galin, at Jeremy Corbyn, formaður í enska javnaðarflokkinum, endaði í eini gølu, tá hann bar fram røðu í Caerdydd, ið als ikki snúði seg um Wales, men um lokal ensk mál.

Onnur orsøkin er Skotland. Loysingin er at hóma í Skotlandi, og flokkanir niðri í Westminister brúka nógva tíð og orku uppá at tálma vøkstrinum hjá tjóðveldisflokkinum SNP – og miðlanir leypa sjálvandi beint í hølunum á teimum. Hettar ger, at walisisk mál koma lítið fram, tí at tey standa í skugganum av SNP.

Hin triðja, og mest grundleggjandi grundin til at Walisisk mál ikki verða tikin uppá tungu er, at Wales av mongum ikki verður roknað sum serstøk tjóð – men sum enskur landslutur. Fullveldið í Wales verður ikki mett at vera nakað, ið nakrantíð kann koma fyri. Hetta hóast at talið av veljarum, sum eru fyri walisiskari loysing, er økt úr 15% til 34% tey seinastu fáu árini.

Plaid cymru vísur eisini á, at Wales ikki bert eru gloymdar av BBC, Westminister og av walisiskum politikarum. Men Wales eru gloymdar í Wales. Einans 19% av walisum duga upprunamálið, sum enskir mynduleikar ikki viðurkendu fyrr enn 1993. Og hóast at Plaid Cymru stóðu sum sigursharrar eftir fólkaatkvøðuna í 2011, ið gav walisiska tjóðartinginum munandi fríari rásir – hóast flokkurin er næst størstur í Wales, eru útlitini til ein valsigur hin 8.Juni kám.

The brexit election
Tá 51.9% av walisum atkvøddu fyri at taka Bretland úr ES, stóðu Plaid Cymru eftir við tómum føvningi. Hóast at flokkurin selur seg sum vaktarhund fyri walisiskum áhugamálum í brexit samráðingum, eru tað teir stóru ensku flokkanir, Javnaðarflokkurin og tey konservativu, ið draga veljaran at sær. Og tað er til at skilja. Aðalvalið snýr seg um “hart brexit” við teimum konservativu, ella “bleytt brexit” við javnaðarflokkinum. Sjálvt um Plaid Cymru megnar at vinna sær øll valdømini í Wales, eigur flokkurin bara 40 sessir av 650, tí Wales er lítið ímun til restina av Bretlandi.

“Málstríðið heldur gaman í fram, og fullveldi liggur í framtíðini; men brexit er nú” tykist hugburðurin hjá fleiri walisiskum veljarum at vera, ið annars kanska høvdu valt Plaid Cymru. Tí hóast at stórsti parturin av walisum siga seg taka undir við valskránnið hjá Plaid Cymru, eru tey mong, ið heldur velja konservativt ella javnaðarflokkin, fyri at fáa tað brexit, ið tey sjálvi meta, er tað besta fyri England, Bretland og Wales.

Flestu veljarakanningar vísa, at javnaðarflokkurin vinnur stórt í Wales, ímeðan Plaid Cymru varveita sínar tríggjar Westministersessir. Men tað er ilt at meta um júst hvat úrslitið verður.

 

 



Related Posts