Brúgv sett upp í miðbýnum

Í kuldanum í morgun varð brúgvin sett upp tvørtur um áarmunnan, har Ósáin rennur út á Vágna. 

Tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu, 

Stórar broytingar síggjast í hvørjum í miðbýarøkinum, tí nógv ferð er á byggingini, og nógvar verkætlanir hittast í økinum fyri tíðina.
Íbúðarbyggingin nærkast alsamt málinum, og íbúðirnar á Biskupstorgi verða lyklaklárar tíðliga í komandi ári. Brúgvin sambindir júst íbúðarøkið við økið eystan fyri ánna og er partur av heildini, sum skal gera miðbýin gonguvinarligan og hugnaligan.

Harafturat verður pumpihúsið til sjóhitaskipanina bygt vestan fyri íbúðarbygningin, har vekslarin til sjóhitan verður staðsettur. Pumpihúsið verður bygt í fleiri hæddum og gevur sostatt fjølbroyttar nýtslumøguleikar í miðbýarhjartanum í framtíðini.

Sjálv sjóhitaskipanin er eisini á trappuni, í løtuni verður grivið fyri at sambinda rørini millum kappróðrarneystið og Betesda við pumpuhúsið, har sjógvurin skal takast inn í vekslaran. Sjóhitaskipanin verður klár til nýtslu umleið somu tíð, sum íbúðirnar verða lidnar á Biskupstorgi, og sostatt koma fleiri miðbýarverkætlanir á mál innan fyri komandi mánaðarnar, umframt at fleiri aðrar eru í gongd og ávegis.