Burturspilt orka

Vit skulu brúka orkuna upp á at menna ullina heldur enn brenna ullina. 

Gunnhild Dahl Niclasen skrivar fríggjadagsklummuna hesa vikuna, 

Í farnu viku vóru børnini og eg við á fjalli á Skarði. Har var ullarroyting á skrá. Børnini eru nú so stór, at ongin teirra brúkar blæu ella svevur middagslúr longur, og tí liggur betur fyri at koma við. Mín hugsan var, at børnini kunnu byrja tíðliga at vera við á fjalli og læra um seyðahald, sum er so stórur partur av okkara gerandisdegi og gerandisføði.

Vit royndu at hjálpa eitt sindur við tí, sum vit dugdu og kundu. Vit vóru við í seinasta teininum av rakstrinum. Vit gingu niðan til húsatoftirnar eftir vatni úr mataránni at geva monnunum, meðan teir royttu ull. Vit savnaðu smáar ullarlagdir saman í rúgvuna við restini av ullini. Børnini gjørdu sær ómak, tí tey vildu ansa eftir, at fuglarnir ikki fingu ullina um beinini. Brátt var liðugt at klippa og aftan á ein langan og læruríkan dag, gjørdu vit klárt at fara oman á Kleivina, har báturin lá.

Beint sum vit byrjaðu at ganga oman til bátin, fór at loga í allari ullarrúgvuni. Børnini spurdu, hvat hetta var fyri roykur, og hví tað luktaði so illa. Og so kom spurningurin, sum eg væntaði – men kortini vónaði – at eg ikki fór at fáa, “mamma, hví skal ullin brennast?”. Eg kundi ikki koma við einum skilagóðum svari, tí eg hevði onki, og eg havi tað heldur ikki enn. Skuldi eg kanska komið við einari langari frágreiðing um kapitalismu, vantandi lógarsmíð, um bíligari arbeiðsmegi onkra aðrastaðni í heiminum ella um, hvat loysir seg peningaliga og ikki. Nei, tað kundi eg ikki, tí ongin av hesum frágreiðingum kunnu burturforklára nakað so skilaleyst sum at brenna eitt so frálíkt tilfeingi, sum kann brúkast til so mangt. Áseyðaroytingin, hvørs endamál er at fáa ullina til høldar, hevur fingið annan týdning. Vit fóru sum av torvheiðum ta longu leið heimaftur til Haraldssunds, og ikki var eg errin av lærdóminum, børnini fingu um ullina.

Og hvat so við øllum øðrum, sum vit eisini brúka óneyðuga orku uppá? Til dømis at brenna alt møguligt etandi úr seyði, tí tá brúka vit óneyðuga orku upp á at hava so nógvan seyð (kanska ov nógvan) á okkara dýrabara og avmarkaða lendi. Vit brúka orku upp á at reka seyðin. Vit brúka orku upp á at fletta seyðin. Vit brúka orku upp á at tøma vembur. Vit brúka orku upp á at koyra vemburnar á ruskplássið. Ruskbilarnir brúka orku upp á at koyra alt ruskið til brennistøðirnar, og til endans brúka vit orku upp á at brenna alt tað, sum vit longu hava brúkt so nógva orku uppá.

Um vit høvdu brúkt hesa orkuna skynsamari, so høvdu vit havt meira mat, sum var framleiddur í Føroyum og samstundis minkað um innflutningin av øðrum mati, og tað hevði gjørt, at vit høvdu brúkt minni orku upp á tað. Hetta ljóðar kanska ikki so skynsamt í einum heimi, har ídnaðargerð, globalisering og kapitalisma eru hugtøk, sum hava verið við til at gjørt okkara samfeløg so “framkomin”, sum vit kenna tey í dag. Men eitt samfelag, sum oyðslar part av sínum lívsgrundarlagi burtur, tí tað “loysir” seg betur, kann ikki metast at vera framkomið.

Hetta var bara nakað av burturspiltu orkuni í okkara seyðahaldi, listin við burturspiltari orku er langur… hvussu við tá vit koyra við bili til eitt venjingarstað og har venja við maskinum, sum brúka streym, ella tá vit koyra bil ístaðin fyri at brúka beinini, sum vit hava gott av at brúka, tí so sleppa vit undan at brúka orku upp á at bøta um okkara heilsu – bæði kropsligu og mentalu.

Burturspilt orka er vorðin partur av okkara fólkamentan, vit eru vorðin so von við at oyðsla við orku, at vit geva okkum nærum ikki far um tað longur.

Aftur til burturspiltu ullina, sum var byrjanin til henda tankameldur – og eg lati síðstu orðini vera: Vit skulu brúka orkuna upp á at menna ullina heldur enn brenna ullina.