Býarsavn skal gerast í Havn

Gunvør Balle sigur við Fjúrtanda, at arbeitt verður við nýggjum býarsavni. Hon heldur, at kommunan yvirhøvur raðfestir mentan og list. 

 

Seinni í oktobermánaða verður kunnandi fundur í auluni í Finsen um eitt nýtt býarsavn, ið Tórshavnar kommuna ætlar at seta á stovn. Framløgur og okkurt undirhald verða til tiltakið, men ætlanin er eisini, at borgarin skal sleppa at luttaka á fundinum við hugskotum til býarsavnið, ið helst verður eitt pop-up savn (flytisavn), skipað við ávísum temaum, til kommunan hevur funnið hóskandi høli til savnið.

– Tað verður kunnandi fundur seinni í mánaðinum fyri øllum áhugaðum, har til ber at koma við hugskotum og lutum, ið kunnu brúkast í einum býarsavni. Fundurin verður í Finsen, so tá verður eisini møguleiki at uppliva Auluna, ið er nýumvæld sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Finsen er navnið á gamla Kommunuskúlanum, ið nú fer at hýsa lestraríbúðum umframt Auluni og fimleikahallunum.

Fundur um býrarsavn verður seinni í mánaðinum í auluni í Finsens húsi.

– Ætlanin er, at býarsavnið fyrstu tíðina verður eitt sokallað “pop-up” savn, ið flytur kring býin við serligum temasýningum, greiðir Gunvør Balle frá. Hon sigur at leitað verður eftir hóskandi hølum, har ið savnið í framtíðini kann húsast, men at ætlanin ikki er at bíða við savninum, til hølini eru klár.

Gunvør Balle greiðir eisini frá, at talan verður um eitt nýtímans savn, har fleiri tól skulu brúkast at miðla við og allir sansir hjá gestunum á savninum skulu aktiverast. Men fyrst og fremst snýr tað seg um at fáa borgaran við í verkætlanina.

– Vit vóna, at borgarin fer at taka væl ímóti savninum, tí tá kunnu eldri borgarar og onnur, ið hava áhuga og tíð, hjálpa til við at passa savnið. Tað kann vera okkurt evnið, ið borgarar hava serligan áhuga og vitan um, sigur Gunvør Balle. Í Nólsoy verður eisini arbeitt við einum savni, og hugsanin er, at Tórshavnar býarsavn skal stuðla undir og skipa bygdasøvnini í kommununi.

Seinni kemur tíðindaskriv um kunnandi fundin við nærri dagfesting og fleiri upplýsingum.

Gunvør Balle sigur, býráðið í Havn arbeiðir við at raðfesta mentan og list hægri sum heild.

Mentan og list verður raðfest
Gunvør Balle heldur heilt víst, at kommunan raðfestir mentan og list høgt, eftir at hesi kanska hava verið raðfest lægri í nøkur ár. Hon vísir á, at musikkskúlin langt um leingi verður bygdur, aulan í Finsens húsi verður lagað til klassiskan tónleik, umframt at býarsavn skjótt verður sett á stovn.

– Tað næsta eftir býarsavnið, ið liggur í stoypiskeiðini, er eitt listasavn. Vit eiga nógva list, ið borgararnir í kommununi skulu sleppa at síggja, umframt at yrkislistafólki vanta eitt hóskandi høli til framsýningar, sigur hon. Listasavnið kann verða partur av somu hølum sum býarsavnið, um  hóskandi høli verða tøk. Gunvør vísir á, at tey veruliga hava strongt á fyri at gera musikkskúlan gjørdan, men tað merkir, at aðrar íløgur mugu bíða. Men hon heldur, at tað er neyðugt at gera musikkskúlan nú, tí hann hevur bíðað nóg leingi.

Gunvør Balle sigur eisini, at ætlanin er at skipa mentanarligan stuðul í kommuni betur. Arbeitt verður millum annað við, at peningur skal markast til at bjóða listarligar uppgávur út. Enn er ikki heilt greitt, hvussu hetta skal skipast, men hugskotið er, at kommunan skal kunna bjóða listafólkum uppgávur at bjóða uppá, soleiðis at tað fer at bera til politiskt at raðfesta yrkislist í kommuni betur.

Landið eigur at fíggja sín part av býarsavninum 
Í lógini um bygdasøvn frá 1986 er staðfest, at landið letur øllum góðkendum bygdasøvnum stuðul, ið svarar til 60 prosent av rakstrarútreiðslunum. Tórshavnar býarsavn er longu góðkent bygdasavn, men Gunvør Balle stúrir fyri, at landið ikki fer at hækka játtanina samsvarandi við vaksandi virksemið, ið býrarsavnið fer at hava. Hon vísir á, at tað er alt ov ofta, at kommunurnar gjalda meira, enn tær eiga í mun til lógina.

Tað var ímillum valmálini hjá Tjóðveldi til býráðsvalið, at mentanin skuldi raðfestast, og musikkskúli skuldi byggjast beinavegin.

– Fyribils havi eg onga ábending um, at landið ætlar at hækka játtanina til bygdasøvn, soleiðis at vit sleppa at gera tað, vit ætla, sigur Gunvør Balle um, at landið eigur at fíggja 60 prosent av býarsavninum.

– Hetta er bara eitt av mongum økjum, ið vit gjalda nógv meira til, enn lógarbundið er. Tað sama ger seg galdandi fyri Kvøldskúlan og Býarbókasavnið o.a. Vit enda við at yvirtaka allar hesar stovnarnar, ið landið smbrt. lóg skal gjalda sín part av, sigur Gunvør Balle, sum tó vónar, at landið fer at røkja sína skyldu.