Býráðsfundur á Tvøroyri í dag

Í dag klokkan 17 verður býráðsfundur á Tvøroyri. Á skránni er millum annað fíggjarætlanin fyri koman ár. 

Klokkan 17 í dag verður býráðsfundur á Tvøroyri. Skráin fyri fundin sæðst á heimasíðuni hjá kommununi. Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2018 verður millum annað á skránni, umframt at skattatølini fyri 2017 verða løgd fram.

Á skránni verður eisini uppskot um felags ruskpláss fyri Suðuroynna í Trøllavík.

Les alla skránna her