Dampur setti útrykning ígongd

Fyri kortum bórust boð um, at brandbilar vóru við Skúlan við Løgmannabreyt, og at børn vóru rikin undan brúsunum. Tórshavnar Sløkkilið sigur, at talan var um brúsu, sum hevði sett ávaringina ígongd. 

Ein, ið var tætt við Skúlan við Løgmannabreyt, segði Fjúrtanda frá, at brandbilar koyrdu uppi við skúlan, og at børn vórðu rikin undan brúsunum. Seinni skrivaði sami maður, at brandbilarnir fóru skjótt avstað aftur, so talan var kanska um falskan alarm.

Fjúrtandi hevur tosað við Tórshavnar Sløkkilið, og vátta tey, at eldur var ikki í skúlanum. Dampur frá brúsunum var farin upp í roykávaringina, og tað hevði sett hana ígongd.

Fólk savnaðust uttan fyri skúlan, til skil var komið á støðuna, men sum sagt fóru brandbilarnir skjótt avstað aftur, eftir at teir vóru komnir.