Danir avmarka støddina á reiðaríum

Í Danmark er nýggj fiskivinnuavtala gjørd, sum hevur til endamáls at avmarka støddina á reiðaríum í Danmark, soleiðis at tilfeingið ikki er á ov fáum hondum. 

Ein partur av fiskivinnunýskipanini, sum samgongan vil hava samtykta er, at eitt antitrust skal setast, soleiðis at tilfeingið ikki savnast á ov fáum hondum. Hesin parturin av uppskotinum hevur verið fyri serliga nógvum atfinningum, tí ávísir reiðarar ikki kunnu fáa størri kvotu innan ávís fiskasløg, um tað verður samtykt.

Fiskimálaráðharri Føroya, Høgni Hoydal, hevur víst á, at tað kann hava álvarsamar avleiðingar fyri landið, um nakrir fáir reiðarar eiga alt tilfeingið, tí at tað umframt at steðga nýskapan kann savna valdið í oyggjunum á fáum hondum. Hann hevur eisini víst á, at trýstið á tingmenn í landinum hevur verið øgiligt, og at tað eisini sær út til, at nakrir tingmenn geva seg fyri trýstinum.

Men í Danmark hevur tað eisini verið eitt stríð leingi, at ov fáir reiðarar sita á fiskatilfeinginum. Í 2001 gjørdi Danmark eina nýggja fiskivinnuskipan, sum millum annað ásetti, at tilfeingið ikki skal savnast á ov fáum hondum. Men tað varð ikki nágreinað nærri, hvat kundi gerast fyri at forða tí. Stríð hevur síðan tikið seg upp, eftir at tað kom fram, at nakrir reiðarar í Danmark høvdu svikað við tølunum, soleiðis at tað ikki sá út sum, at virðið var líka stórt, sum tað i veruleikanum var. Millum annað var víst á, at konan hjá reiðaranum, Henning Kjeldsen, sum sjálvur hevur kvotur við virði á fleiri hundrað milliónir, átti kvotur við virði á 123 milliónir. Men hon átti einans ein glastrevjabát á seks metrar sjálv og hevði sostatt ongan møguleika at fiska kvoturnar, sum hon átti. Tað hava verið avmarkingar á, hvussu nógvar kvotur einstakir reiðarar kunnu eiga, men eftirlitið hevur verið lítið við, um lóggávan verður fylgd.

Nú er ein avtala gjørd, ið styrkir eftirlitið, og hon hevur við sær, at nakrir reiðarar verða noyddir at selja partar av sínum kvotum. Avtalan er ikki komin uttan høðvurbrýggj, tí stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen mátti umskipast, júst tí at fyrrverandi ráðharrin, Esben Lund Madsen, sum hevði ábyrgd av økinum, varð kritiseraður fyri sína handfaring av málinum. Karen Elleman, sum hevur umsitið málið eftir at Esben Lund Madsen mátti frá, sigur í tíðindaskrivi, at hon fegnast um at hava fingið avtalu í lag, sum tryggjar, at kvoturnar ikki savnast á ov fáum hondum.