Demokratiið í vanda

Karin Kjølbro heldur, at tað ber boð um demokratiskt undirskot, at fólk í Norðuroyggjum hvørki tora, vilja ella orka at siga sína hugsan um fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni. 

Karin Kjølbro skrivar um fólkaræði, fiskivinnu og javnstøðu,  

Nú Macron nærum hevur beint  fyri republikanarum og sosialistum í Fraklandi, rópar andstøðan har varskó.

Taka veljararnir hjá gomlu flokkunum seg ikki saman og fara á val, verður ongin andstøða í Fraklandi aftan á valið komandi sunnudag, og so er demokratiið í vanda.  Rár hending  um okkara leiðir, at biðið verður um  stuðul til tess at bjarga andstøðuni – tó ikki atkvøður til tess at  fáa vald til  at stýra landinum. Serliga valskipanin er ein orsøk. Ein onnur er, at valluttøkan hevur verið sera lág í fyrra umfari.

” …nú norðoyatingkona Tjóðveldis Óluva Klettskarð í Sosialinum mánadagin sigur, at fólk í Norðoyggjum tora, vilja ella  orka ikki at siga sína hugsan um fiskivinnunýskipanina…”

Hetta við demokratiskum undirskoti kom mær til hugs, nú norðuroyatingkona Tjóðveldis Óluva Klettskarð í Sosialinum  mánadagin sigur, at fólk í Norðoyggjum tora, vilja, ella orka ikki at siga sína hugsan um fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni. Tey vita ikki, um og  hvørjar avleiðingar, tað møguliga fær fyri tey sjálv, um tey taka undir við fiskivinnunýskipanini. Ferð eftir ferð hava vit hoyrt ella lisið, at tingkonan heldur ikki skal vænta at verða afturvald í tingið. Stórt fráfall hevur eisini verið í flokkinum til seinasta býráðsval í Klaksvík, har tingkonan misti sín býráðssess. Sum retorikkurin hevur verið, so munnu vera mangir floksfelagar uttan fyri norðuroyggjar, ið ikki taka politiskar spurningar upp við norðuroyingar  í løtuni. Nakað, sum annars er áhugavert hjá fólkum, ið eru áhuga í politikki.

Ein av hornasteinunum í fólkastýrinum er møguleikin og rætturin til at hugsa, siga og skriva sínar tankar. Tað  gevur íblástur, er stuttligt, stimbrandi og eggjandi.

Tað kennist væl, at ein tingkona í hesum rættiliga óunniligu tíðum, – har  fleiri fakfeløg, reiðarar og peningavald koma við hóttanum ímóti samgonguni – hevur dirvi til at standa við nýskipanina, sum samgongan ágrýtin og sannførandi hevur arbeitt við, lagt fram og síðan broytt, eftir at øll hugsandi hava havt tað til ummælis.

Andrea Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðkvinnufelag frá 1937-1977.

Somu køldu vindar vóru m.a. í 30-árunum, tá ið forkvinnan í nýstovnaða Havnar Arbeiðskvinnufelagi legði frá sær eftir einum ári, tí hon og hennara familja kendu seg hótt á arbeiðsmarknaðinum. Andrea Árting, ið tá var heimaarbeiðandi burturav og 46 ára gomul, tók um endan og stjórnaði arbeiðskvinnunum í Havn frá 1937 og til 1977.

Haldi meg minnast, at bæði danski javnaðarflokkurin, eins og fyrrverandi løgmaður javnarfloksins, Jóannes Ejdesgaard, gjørdu seg til talsfólk fyri, at stættarstríðið var av, og teir høvdu sigrað øgiligt. Í míni verð tykist tað, sum fer fram  í løtuni at snúgva seg um stættarstríð og rættindi til ognir fólksins og landsins, har tey ríkastu rópa harðast. Tað, at broytingar eru gjørdar í mun til upprunauppskotið í samsvari við hoyringssvarini, tykist á ongan hátt at muna. Áhugavert er eisini, at hetta tykist vera eitt stríð, sum verður ført av monnum. Vanliga hvørki hoyra ella síggja vit kvinnur í kjakinum.

Harðligi retorikkurin hevur eisini verið ógvusligur í samband við hjúnabandslógina í hesi tingsetu, eins og áður, og somuleiðis í spurninginum um diskriminatiónsparagraffina tær ferðirnar, tað var á skránni.  Í báðum førum ber tað tekin um demokratiskt undirskot, har tað at hava eina meining kostaði tingfólkum og avvarandi.

Loyvi mær at halda, at hvørki hjúnabandslógin ella nú fiskivinnunýskipanin høvdu borið boð í bý, um ikki kvinnurnar tóku um endan. Málið og floksdisiplinin eru gingin fram um egin áhugamál. Sjálvandi trúgva vit tí og vænta tað, tá ið samgongan sigur seg standa saman um, at fiskivinnunýskipanin skal fullførast.

Og tað kennist væl, tá ið norðuroyatingkonan sigur, at politikkur er ikki livibreyð, “tað er ikki avgerandi, at eg stilli upp ella verði vald. Fyri meg er lívið meira enn politikkur, hóast eg leggi nógva orku í politiska arbeiði og brenni fyri tí.” 

Hetta ber boð um demokratiskt yvirskot.

Samanhangsmegin í samfelagi okkara seinastu 100 árini sum fiskivinnutjóð hevði als ikki verið til, um ikki konurnar áttu sín stóra lut í felagsarbeiðinum sum barnauppalarar, ambætarar av neytum, umsorganarfólk fyri børnum, teim gomlu og peningarøklar, alt meðan menninir vóru til skips – og so ikki um at tala sum fiskakonur og flakakonur.

Karin Kjølbro var ímillum fyrstu tvær kvinnurnar í vórðu valdar á ting í 1978. Karin sat nógv ár á tingi fyri Tjóðveldi. Her er hon avmyndað við dóttur síni, Bergtóru Høgnadóttur, ið sjálv sat á tingi fyri flokkin frá 2008-2011.

Tí er væl hugsandi, at norðuroyatingkonan, ið  higartil sigst fyrst og fremst at hava atkvøður í Norðoyggjum, fer at fáa stuðul úr øðrum valdømum til komandi løgtingsval fyri fyrimyndarligt politiskt handverk.

Tað er eisini kvinnunum fyri at takka, at Føroyar gjørdust eitt valdømi í 2007. Uppskot um tað kom á fyrsta sinni á ting í 80-unum, men ikki fyrr enn kvinnurørslan gjørdi tað til hjartamál til tess at fáa fleiri kvinnur inn á ting og hildu fast, vann tað frama.

Tingmenn floksins eiga eisini tøkk uppiborna – ikki minst umboðið í fiskivinnunevndini hevur verið tolið undir truplum umstøðum, men hetta er ikki løtan.

At enda ein lítil søga til norðuroyatingkonuna og allar tingkonur:

Tað var í 1988, at eg fekk bræv frá navnframum norðuroyingi, ið búði í Havn, og  sum nú liggur undir grønu torvu. Han endaði bræv sítt við hesum orðum: Einansta mannfólk í Norðoyggjum undir læknastríðnum, tað var GINA .

Tað, hann har sipar til, er at donsku myndugleikarnir undir læknastríðnum mistu tamarhaldið á viðurskiftunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hóast Halvorsen yvirlækni  ikki hevði fingið starvið sum sjúkrahúslækni, so helt hann fram at arbeiða í 2 ár eftir at hann ikki fekk starvið. Júst sum norðoyingar ynsktu tað.

Ríkisumboðmaðurin, landslæknin og sjúkrahússtjórin í Havn leigaðu sær tá bát, og ætlaðu sær at koma í loyndum til Klaksvíkar at tosa Halvorsen um at fara av sjúkrahúsinum. Hetta frættist til Klaksvíkar áðrenn teir komu, og stór mannfjøld stóð fyri teimum í Klaksvíksgarðinum – teirra millum Gina forðaði  teimum í at sleppa niðan á Klaksvíkar Sjúkrahús. Søgan sigur, at hon steig úr mannamúgvuni og brendi ríkisumboðsmanninum ein undir vangan.

Læknastríðið endaði við, at 31 fólk – teirra millum Gina – vóru stevnd fyri rættin í 1955, ákærd fyri brot á revsilógina.

Jú, hon váttaði í Føroya Rætti, at hon hevði sligið ríkisumboðsmannin, og at hon var hørm um at hava sligið handa vakra mannin.  Tað var als ikki ætlanin, tað var harafturímóti hasin f…. landslæknin, ið skuldi hava tað. 

 



Related Posts