Drápið liðugt

Grindadráp var í Sandágerði í dag. Um 150 hval løgdu beinini.

Grindadrápið í Sandágerði í dag gekk skjótt, og tað vóru eini 20 minuttir, so hevði Grindin lagt beinini.

Talan er um 150 hvalir, helst eitt sindur meira. Onkur hevði talt upp í 160-170 hvalir.

Fitt av fólki var í Sandágerði.