Dreymurin um ein bústað

Ikki eru liðin 25 ár síðani Føroyar fóru á húsagang. Arbeiðsloysið varð 25%, og 10 % av Føroya fólki noyddist at flyta av landinum í fyrru helvt av 90-unum. Í løgmansrøðuni 1993 heitti táverandi  løgmaður beinleiðis á fólk um at fara til annað land at arbeiða. Mong høvdu mist hús og heim. 

Karin Kjølbro hevur skrivað, 

Ikki var óvanligt, at danskar kommunur lýstu í føroyskum bløðum, at tey høvdu bæði arbeiði og bústað. Tað nam  við okkum, tá KVF ferðaðist á vesturstrond Jútlands og prátaði við fíggjarflóttarnar. Ein teirra  segði frá, at øll familjan var flutt við, og nú var tað bert húsaskuldin til bankarnar, – sum tey sótu eftir við, tá tey mistu húsini, –  ið bant tey til Føroyar. Lukkutíð fyri okkum og tey, so kundu somu sendingar eisini siga frá, at føroyingar vóru vælkomnir, og kommunurnar vóru glaðar fyri nýggju borgararnar. Føroyingum tørvaðu onga upplæringartíð heldur.

Og nú hoyra vit dagliga um fólk, ið vera rikin á gøtuna. Ikki tí tey eru arbeiðsleys, men tí leiguíbúð teirra skal brúkast til airbnb. Vit hava heldur ikki gloymt mammuna, ið segði frá í KVF, at hon hevði búð í bilinum við børnunum í drúgva tíð.

Nú so nógv samskifti hevur verið millum fólk á Ólavsøku, so frætti tú eisini um húsasølur, har seljarin ynskti  2,5 milliónir krónur,  men fekk 2,8milliónir. Ein annar vildi hava 2,8 milliónir krónur og fekk góðar 3 milliónir. Nógv dømi av sama slagi eru.

Hetta minnir meg um eina unga familju, sum í 1971 bjóðaði uppá eini hús í Havn. Tá var ógvuliga sjáldan, at hús  vóru til sølu. Tá høvdu bankar heldur  ikki húsasøluvirkssemi. Ein sakførari stóð í hesum føri fyri húsasøluni. Boðið var komið upp ímóti 300 túsund, sum var nógv fyri  húsið tá ( 85 m.2). Familjan, – sum leigaði -, var ógvuliga spent, tí hon átti hægsta boðið – til ein maður knappiliga stóð í hurini. Hesin maðurin var ein teirra, ið eisini bjóðaði uppá húsini. Sakførarin hevði sagt honum, hvør átti hægsta boð, tí  hann  metti, at nú var boðið farið uppum tað, sum húsini vóru verd, so nú áttu tey sum bjóðaðu at tosa saman og ikki bjóða húsini longur upp.

Maðurin í hurðini kom inn at práta. Hevði konu og 2 børn, var nýliga fluttur til Føroyar. Onkursvegna tosaði hann sína søk so væl, at tá hann fór, hevði hann yvirtikið boðið hjá ungu familjuni og fekk sostatt húsini.

Umframt at siga, at vit hava nógv at verða takksom fyri, hoyrdu mong løgmann í góðu Ólavsøkurøðu síni enda  við at heita á bankarnar og siga:

– Latið verða við at trýsta sethúsaprísirnar upp. Søgan eigur at fáa tykkum at ræðast. 

Løgmaður man sipa til  gullkálvadansin í 80-unum, tá bankar vóru gávumildir bæði við at veita stór lán til sethúsabygging og til skipakeyp við landskassaveðhaldi. Bæði bankar, virkir og landskassi fóru á húsagang í 1992 og tóku mong við sær. Giti, at løgmaður fegin vildi havt bankarnar at brúka sama leist sum omanfyrinevndi sakførari, ið ikki var nakar “samfelagsins sjakalur”.

Ikki bara bankarnir eiga at ræðast søguna. Politikkarar okkara eiga eisini at ræðast politisku søguna. Vónandi vaknar ongin við kaldan dreym! Og eyðnu og  góðan arbeiðshug øll somul!