Edmund, Bárður og fjúrtanda september samgongan

Við Bárði Nielsen á odda er Sambandsflokkurin meira afturhaldssinnaður enn nakrantíð, og nú Edmund Joensen ákærir løgmann fyri at vanvirða fólkaræði, kenna vit veruliga gamla Sambandið aftur. 

Tað var gamalt í føroyskum sjálvstýrispolitikki, at tað sum skilir okkum í dag, savnar okkum í morgin. Ímeðan sjálvstýriskreftir hava slóðað fyri, hava afturhaldskreftirnar halta aftaná, men altíð góðtikið broytingar, eftir at tær eru komnar. Soleiðis man eisini fara at vera í spurninginum um stjórnarskipan.

Tað gekk væl at gera stjórnarskipan í nógv ár, áðrenn samráðingarnar brádliga slitnaðu í síðstu løtu. Sambandskreftirnar vildu hava, at føroyska stjórnarskipanin skuldi lima Føroyar tættari inn í danska yvirvaldið – politiska stavnhaldið hjá sambandsflokkinum hevur jú altíð verið, at føroyingar ikki mugu stýra ov nógv sjálvir.

Bárður Nielsen og Edmund Joensen hava lært av Trump
Bárður Nielsen hevur sum formaður í sambandsflokkinum eisini slóðað fyri einum meira stirvnum tóna enn nakrantíð. Snildirnar, ið verða brúktar, kenna heldur ongin mørk. Hóast Lars Løkke Rasmussen, ið er føroyskur statsleiðari í sambandseygum, hevur sagt, at stjórnarskipanin er góðkend, berjist sambandsflokkurin sum úlvur á skóg við slagorðum um, at samgongan vil loysa fyri lukkaðum durum. Edmund Joensen hevur eisini veruligt rós uppiborið fyri kreativitet í lesarabrævi, um at javnaðarmenn vilja avlaga demokratiið.

Bárður og Edmund eru báðir vitugir menn, og teir hava kanska tikið við læru av valstríðnum hjá Donald Trump, tá ið sannleikin altíð mátti víkja fyri illgitingum um duldar ætlanir. Edmund skrivar nú í lesarabrævi so væl, hvat trupulleikin er. Hann kallar tað, at løgmenn skulu “verja okkara demokratisku skipan” og ansa eftir “ at verja borgarar móti politikarum, sum vilja sníkja broytingar inn og avlaga demokratiið.” Er tað at sníkja broytingar inn og avlaga demokratiið at hava eina fólkaatkvøðu um eitt mál, sum kanska er mest viðgjørda málið í Føroya søgu? Hvussu kann ein fólkaatkvøða, ið er so væl viðgjørd, og sum føroyingar sjálvir sleppa at taka avgerð um, nakrantíð verða kallað ein avlaðing av demokratiinum?

Nei heldur er sannleikin tann, at ímeðan Edmund Joensen heldur tað vera at verja føroyskt fólkaræði at verja “Grundlóg, Stýrisskipan, Heimastýrislóg, Tingsskipan og sjálvandi lógir annars,” halda aðrir, at tað kanska eisini er at verja fólkaræði at lata fólkið í landinum taka støðu til egna stjórnarskipan. Ímeðan Edmund vil verja danskar lógir, vilja onnur leggja føroyskar afturat. Og ongin veit ordiliga, hvat tað er, sum Bárður og Edmund ræðast. Undirmeta teir kanska bara føroyingar so nógv, at teir ikki meta teir vera førar fyri – á kanska mest demokratiska hátt í føroyskari søgu – at taka støðu til egna lagnu?

14. september samgongan
Síðan Bárður Nielsen kom í andstøðu, hevur hann ferð eftir ferð kallað samgonguna fyri “14. september” samgongan. Ein undrast, um Bárður veit, hvat hann tosar um. Tað er nú bara sambandsflokkurin, ið enn tosar 14. september – tey flestu eru langt síðani komin víðari. Men tá ið Bárður hevur sett sær fyri at kalla samgonguna “14. september” samgongan, er rætt at minna hann á, at tá valdu føroyingar eisini sjálvir.

14. september í 1946 valdu føroyingar á fólkaatkvøðu loysing. Sum kunnugt varð tingið sent heim, og føroyski viljin varð ikki góðtikin. Kongur, danskir mynugleikar og føroyskir sambandsmenn vildu heldur ikki tá, at føroyska fólkið tók nakra avgerð – sum ikki passaði teimum væl at merkja. Fjúrtanda september í 1946 stóð sambandsflokkurin á odda fyri, at fólkaræðið ikki varð virt – men ætlar sambandsflokkurin heldur ikki at virða fólkaræðið hesa ferð?