Eftir Oyggjaleikir

Tað skal ótrúliga nógv til at vinna, men fyri at tapa skal nærum onki til. Ein lítil hvirla í bogaskjóting, eitt brostið dekk í súkkling ella ein skeivur taktikkur í renning.

Eirikur í Jákupsstovu skrivar klummuna hesa vikuna, 

Fyri umleið einari viku síðan sat eg táraði niður á skermin á mínari telefon. Eg visti ikki, um tað var av samgleði ella egnari egoistiskari sorg um ikki at vera við og uppliva eina líknandi løtu.

Á skerminum hevði Anja Eydnudóttir just gingið fram ímóti skivuni at kanna seinasta og avgerandi pílin í einstaklingakappingini

Hesin eini pílurin skuldi avgera alt aftaná tveir dagar av kapping. Fyrra dagin við drúgvari innleiðandi kapping og seinna dagin við fleiri alt-ella-onki dystum eftir kup-leisti.

Tá tær standa heilt tætt skivuni og hyggja eftir pílinum sæst, at pílurin hjá Anju er eitt lítið vet tættari enn tann hjá kvinnuni av Guernsey. Søgan er fulkomin. Aftaná umleið 200 pílar í hesari kappingini frá 50 metrum vinnur Anja við tveimum millimetrum.

Teir tveir millimetrarnir spyrja ikki, hvussu nógvar tímar Anja hevur brúkt uppá bogaskjóting síðan seinastu Oyggjaleikir, ella hvussu nógva tíð Zoe Gray, sum tapti finaluna, hevur brúkt. Tað er bara so. Anja vinnur og Zoe tapir. Tveir millimetrar á muni.

Í iphone-skerminum stóð liðleiðarin Eggaba seinni og táraði av gleði. Hann er eftir hondini ein av ímyndunum av føroyskari bogaskjóting og hevur fleiri ferðir luttikið á oyggjaleikum, bæði tá tað hevur gingið væl og minni væl. Hesa ferð undrast hann á, at tað ber til at klára seg so væl, tá mann ikki hevur nakra breyt at skjóta á. Eg má geva honum rætt.

Og tað eru hesar báðar baksíðurnar, sum eru við Oyggjaleikunum.

Tann fyrra er, at tað skal svarta onki til at tapa. Tað skal ótrúliga nógv til at vinna, men fyri at tapa skal nærum onki til. Ein lítil hvirla í bogaskjóting, eitt brostið dekk í súkkling ella ein skeivur taktikkur í renning.

Hin er, hvussu ofta tað blívur greitt, at mann við verandi umstøðum ikki eingong eigur at klára seg so mikið frægt sum mann ger.

Onkur spyr um golf og tennis yvirhøvur skulu senda fólk til Oyggjaleikir, tí tað gongur so illa. Sjálvandi skulu tey tað, tí eldsálir, nøkurlunda umstøður og tíð eru grundleggjandi fyritreytirnar til at menna ein ítrótt. Hevur tú ikki eldsálirnar, so hendir onki. Hevur tú ikki umstøðurnar, so hendir lítið, men hevur tú hasi bæði, so skal bara tíð til at úrslitini betrast munandi. Hevði tú brádliga ikki havt møguleika at fara til oyggjaleikir, so var uttan iva longri millum eldsálirnar og longri til umstøðurnar.

Umvent skal bara hyggjast eftir rúkandi menningini í frælsum ítrótti, har alsamt fleiri eru farin at gera seg galdandi aftaná Tórsbreyt kom, og orkan hjá eldsálunum brádliga kann brúkast til annað enn umstøður. Nú manglar mestsum bara tíð til onkur enn betri úrslit verða.

Eitt er so tey, sum onki vænta. Tey, sum frammanundan vita, at okkurt meira enn óvæntað skal til fyri at røkka heiðursmerkjum. Men so eru tað hini, har “sítt besta” júst hendan dagin er verri enn tað plagar at vera. Tað er veruliga frustrerandi og hugnívandi, tá tað hendir hjá fólki. Ikki sum sjúka ella onnur lívsbroytandi viðurskifti, men hugnívandi, sum bara støður, har evnini at strekkja til á degnum av onkrari orsøk ikki eru har.

Mest synd taki eg tó í flogbóltskvinnunum, sum orsaka av skrankapávaríi í sínum egna sersambandi als ikki vóru við á leikunum. Fyri fyrstu ferð leingi var ongin fullsett høll tann seinasta dagin, sum sang “Føroyar, Føroyar er besta”, “vinna tað, ið vert at vinna er” og so “ja, gud signi Føroyar mítt land”, tá dysturin var liðugur og heiðursmerkini koma um hálsin.

Tá eg sjálvur tvær ferðir var so heppin at sleppa til Oyggjaleikir sum luttakari, vóru júst løturnar í flogbóltshøllini sum áskoðari næstan á hædd við løturnar, tá vit sjálvi vunnu medaljur.

At mínar medaljur fyrst og fremst vóru eitt úrslit av flottum arbeiði hjá liðfeløgunum dempaði helst mína egnu gleði heilt fitt, tá eg sjálvur ikki ordiliga rakti hasar dagarnar. Men tað er sjálvandi ikki nakað, sum mann fortelur.

Tað størsta og flottasta var uttan iva samanhaldið millum føroysku ítróttarfólkini og tjóðina sum heild, har vit fyri eina ferð skyld øll vóru í parti.

At mann so eisini kann vinna fyri Føroyar, tað er bara heilt fantastiskt. Og hjartaliga til lukku tit øll, sum gjørdu Føroyar nummar 2 í kappingini, og takk tit øll, sum eru við til at menna føroyskan ítrótt. Uha, tað er leingi til 2029. Oyggjaleikir í Føroyum eru opinbart sum oyðimarkir hjá Mosesi. Tað skal taka 40 ár.