Eg stuðli samgonguni

Nú er summarfrí – eisini í politikki. Herligur friður ella stórur saknur? Eg elski spennandi kjak og politikk, men halt kipp, sum eg altíð fái sting í hjartað, tá politikkarar okkara verða so hurlaðir til. 

Bergtóra Høgnadóttir skrivar fríggjadagsklummuna hesa ferð, 

Havi virðing fyi teimum, sum bjóða seg fram til tess at hava eina vælvirkandi demokratiska skipan. Og til tess at geva okkum møguleika at hava nógv gott fólk í at velja. Tað er at fegnast um. Men, tá ein sigur sína hjartans meining, kann ein vænta sær ógvuslig koyrlasløg. Uff!! sum eg stundum haldi, at ákoyringarnar kunnu vera ósakligar, niðrandi og óðneyðugar. TAÐ havi eg ilt við at læra meg at liva við, og vil als ikki góðtaka tað. Eisini hóast eg stundum detti útí sjálv og vildi ynskt, at til bar at tiga við afturvirkandi megi.

Skalt tú  gera teg galdandi í politikki, er hørð húð alneyðug sigst… Sjálv eri eg sannførd um, at nuansur, umsorgan og hiti kunnu hvørva úr politikki, um eitt dygdarkrav er hørð húð væl bjálvað í teflon. Og tað er spell. Skilji tó væl, at ein fær harða húð í politikki! Eg droymi um, at vit gerast betri til at vera sakliga ósamd, áhaldandi undrast og viðurkennandi  í kjakunum. Bæði tá vit eru samd, og tá vit eru ósamd.

Burturkveistran mín
Eg havi ikki verið politiskt sjónlig í longri tíð, og eg elski,  at eg ikki NOYÐIST hava eina meining um ALT. Herfyri legði eg meg út í eitt kjak, sum mong okkara hava eina inniliga meining um. Hørðu orðini, eg fekk aftur, runnu mær køld eftir bakinum….á facebokk, messenger, sms’ir. Uff…kendi við eitt, at tað var júst hetta, eg ikki hevði saknað, síðani eg í 2011 gavst í politikki, áðrenn eg ynskti tað. Men ákoyringarnar móti mær eru vatn, samanberi eg við tær ákoyringarnar, sum serliga ávísir samgongulimir uppliva. Sannlíkt er, at hóast mong  hava fílahúð, so gerast tey vónbrotin. Og hvat hendir við okkum, tá vit aftur og aftur uppliva niðrandi og ósakligar ákoyringar? Blíva vit dugnaligari og  betri til at loysa eina uppgávu? Meiri skapandi ella eldhugað? TAÐ munnu vera tey fáu. 

Eg kann svara fyri meg, at tað sum hendir við mær –  tíverri  er, at eg stundum komi til at geva aftur av somu skuffu, og iðri meg aftaná. Ella eg missi virðingina fyri teimum, sum eru mest ágangandi og hugsi: “hasum persóninum havi eg ikki hug til at kjakast við”. Og hvussu við teim ungu, man hesin samskiftisháttur eggja tey til at byggja land? Ella elvir tað til politiska til  líkasælu og andstygd? 

Veit væl, at politikarar úr øllum flokkum stundum leypa framav. Men samstundis hevur samgongan mín fulla stuðul, serliga formaður floksins, Høgni Hoydal, sum umframt miklan dugnaskap, altíð er høviskur í orð og talu og hevur hjartað á heilt rætta stað. Hetta prógvaði hann í mun til fiskivinnuna eitt nú í 2011. Uttan at vera í samgongu hjálpti  sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum at gera ymiskt munagott við fiskivinnu okkara. Eisini hóast tað kostaði honum og flokkinum ein hóp í eitt bil. So populistur er hann ikki, tíbetur. Tað prógvaði hann, eisini ta ferðina.

Tit gera tað rætta
Góða samgonga, takk at tit tíma og halda á. Vónin er, at komandi tingseta ber á brá av samgongulimum – fegnast einum heilum tingi – sum vissuliga vilja byggja land.

Tað eru nógvar álvarsamar og stórar avgerðir sum SKULU takast, avgerðið tit, at tað skulu vera júst tit, sum saman røkka málunum, tit í kveikjandi samgonguskjalinum settu tykkum fyri.

Og vit veljarar eru her og stuðla tykkum sjálvandi. Ikki bara tigandi – men allastaðni og greitt. Hóast tit ikki altíð uppliva at vit geva tykkum dagsins viðurkenning og stundum bara hoyra okkum glepsa, so minnist til, at vit halda, at tit gera nógv gott. Men tá taka vit tykkum ofta bara fyri givið. Veit væl, at eingin er samdur um alt – og tí er í lagi, at vit ikki øll altíð taka undir við øllum, tit gera. 

Hugsi um svarið hjá Steingrími Sigfussyni, tá hann undir sváru kreppuni í Íslandi var fíggjarmálaráðharri. Hann fekk spurningin: -Er tað ikki trupult at noyðast at taka so nógvar truplar avgerðir? 

– Nei! Ikki tá ein veit, at tað er tað rætta ein ger, svaraði Steingrímur.

Havið tit eisini tað í huga, nú vit hava eina samgongu við einum fiskimálaráðharra á odda, sum torir, vil, hevur arbeitt við og havt køn at hjálpa sær til loksins at smíða  eina fisikivinnu, sum gagnar landi okkara.

Góða ólavsøku og eina hjartaliga, góða tingsetu ynski eg okkum øllum! 



Related Posts