Eiga at raðfesta grøna orku

Bjørt Samuelsen heldur, at Føroyar eiga at raðfesta grøna orku og verja føroysku náttúruna. Ein háttur er at hava ein virknan uttanríkispolitikk, har vit kunnu læra nógv av øðrum serliga okkara grannalondum.

Hetta segði Bjørt Samuelsen í røðu til viðgerðina av løgmansfrágreiðingini. Hon vísti á, at samgongan hevur lagt stóran dent á at hava ein virknan uttanríkispolitikk, sum eisini eigur at verða brúktur til at menna varandi orkukeldur.

  • Tað er ófatuliga umráðandi at seta Føroyar á kortið. Eg haldi, at vit skulu leggja enn størri dent á uttanríkispolitiska økið. Eg haldi, at vit eiga at hava enn tættari samstarv við okkara nærmastu grannar, m.a. at hava sendistovu í Grønlandi, eins og vit hava í Íslandi og tætt samstarv við t.d. Skotland og Stóra Bretland sum heild, segði Bjørt Samuelsen m.a. í røðu síni.

Hon vísti á, at Føroyar hava gjørt nógv góð stig á grønu leiðini, men neyðugt er at hugsa teir heilt stóru tankarnar. Hetta kunnu vit gera við at hava gott samstarv við lond, sum eru frammaliga innan varandi orkukeldur.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur boðað frá, at eitt aðalorðaskifti skal vera um varandi orkukeldur. Bjørt Samuelsen vónaði, at aðalorðaskiftið ikki gjørdist eitt yvirskipað orðaskifti, men ein verulig handlingsætlan fyri hvat skal gerast. Hon vísti á, at longu nú eru ov nógvar skuffur fullar við ætlanum, sum ikki verða framdar í verki.

Eisini vísti Bjørt Samuelsen á, at vit eiga at passa upp á ferðafólkavinnuna og skipa hana betur.

  • Hon er um at trampa á bæði fólk og náttúru. Hetta er ein avbjóðing vit mugu loysa. Bæði fyri náttúruna, men eisini soleiðis, at teir føroyingar, sum búgva, har nógv ferðafólk eru, verða vard, soleiðis, at tey kunnu liva sítt vanliga lív, segði Bjørt Samuelsen.

Bjørt Samuelsen vísti eisini á teir møguleikar, ferðavinnan kann hava fyri ymsar vinnur, t.d. matvinnuna.

At enda vísti Bjørt Samuelsen á, at nú er neyðugt við einari náttúruverndarlóg. Hon hevur ligið á láni alt ov leingi, men nú verður arbeitt við at gera náttúruverndarlóg. Hetta gleddist hon um.