Ein avbjóðing at røkka til

Óluva Klettskarð hugleiðir.

Tað er hent ófatiliga nógv, síðan Clara Zetkin setti fram hugskotið um altjóða kvinnustríðsdag í 1910. Hetta var á kvinnufundi í Keypmannahavn, og tá vóru høvuðsevnini rætturin hjá kvinnum at sleppa á val sum tað fyrsta og síðan stríðið fyri krígsvandanum, umsorgan av mammum og børnum og stríðið ímóti príshækkingum.

Í dag fegnist eg um at vera á tingi fyri ein flokk, har fýra kvinnur sita við tingborðið saman við trimum monnum, og við tveimum landsstýriskvinnum og einum landsstýrismanni.

Tað tekur langa tíð at broyta hugsjónir. Tað eru ikki meir enn góð hálvt annað hundrað ár síðani, at bróðurparturin var avtikin í Norðanlondum – at sonurin skuldi arva helvtina meira enn dótturin eftir skandinaviskari lóg – tað er heilt løgið at hugsa um í dag, men enn er málbrúkið bróðurpartur aktivt í málinum.

Í dag er ein avbjóðing hjá kvinnum at røkka til. At røkka krøvunum at vera mamma, kona, karrierukvinna og so framvegis í harðari kapping við alnót, frítíðarvirksemi og allar teir mongu tíðartjóvarnar.

Eg hugsi mangan, at kanska er tað børnini, ið líða undir knøppu og sundurpettaðu tíðini. Mín vón er, at okkara virði og integritetur ikki ferst í samskiftinum við okkara ungu, og at vit altíð megna at skapa børnum okkara góðar og rúmligar møguleikar at gerast góðir samfelagsborgarar.

Í míni lestrartíð segði ein góður vinur við meg: ”Óluva, tú ert bara ein mamma.” Eg gjørdist bæði provokerað og firtin, tí eg var sanniliga ikki BARA ein mamma, men lesandi og skilagóð, helt eg. Eg hevði eitt fitt dreingjabarn, slakkaði av við lestrinum og hugnaði mær óført við soninum.

Tað gingu fleiri ár, áður enn eg dugdi at síggja, at hetta vóru kanska bestu føgurorð, eg havi fingið, og sum eg eri errin av í dag. Ikki serliga politiskt korrekt, men ein sera týðandi uppgáva er at vera mamma og at lata virði og integritet til børn okkara. Tað hava undangongumøður okkara prógvað í leikluti teirra sum uppalarar og aktivir mentanarberarar í traderingini.