Ein óbúgvin ella kyniskur uttanríkisráðharri

Uttanríkisráðharrin, Jenis av Rana, hevur fleiri ferðir havt ein sjálvstýrissinnaðan retorikk á lofti. Vit, føroyingar, eiga sjálvir at avgreiða okkara viðurskifti við umheimin, hevur ljóðað frá uttanríkisráðharranum. Tí var eisini væntandi, at uttanríkisráðharrin fór at “fanga” løtuna, nú amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, var í Keypmannahavn.

Arktis var jú á breddanum, og harvið var tað upplagt at nýta pallin. Tað var tó lítið veiggj í føroyska uttanríkisráðharranum, og fánaði hann við síðuna av grønlendska starvsbróðrinum, Pella Broberg.

Gloymdur er fundurin
Ákoyringarnar vóru tískil harðar og nógvar á Jenis av Rana aftan á fundin. Men so knappliga kemur landsstýrismaðurin fram og postulerar, at hann ikki ætlar at koppseta seg, tí hann stúrir fyri langtíðarárinum. Gloymdur er fundurin í Keypmannahavn, og alt snýr seg nú um Jenis og koppseting.

At høvdini snara sær á aftan á útsøgnina hjá landsstýrismanninum er sjálvsagt. Landsstýrismaðurin er ein av oddvitinum í einari samgongu, sum hevur barst ímóti korona í knapt 15 mánaðir. Ein bardagi  við drakoniskum tilmælum um frástøðu og fráveru frá okkara eldru kæru. Ein bardagi sum landsstýrið ætlar sær at vinna við koppsetingini frá Pfizer/BioNTech. Ein koppseting sum er pivotal fyri at kunna venda aftur til ein vanligan gerandisdag í Føroyum.

Læknafelagið stúrir
Við útsøgnini gekk landsstýrismaðurin beint ímóti tilmælunum hjá landsstýrinum sjálvum og heilsufakligu serfrøðini, og loypti hann hvøkk á landsins borgarar. Í koppsetingarbólkinum taka tey útsøgnina hjá Jenisi av Rana sum eitt misálit á arbeiðið, segði Tummas í Garði. Og læknafelagið stúrir nú fyri, at hetta kann fáa avleiðingar fyri arbeiðið at koppseta føroyingar fyri koronu. Stutt sagt, ein illa umhugsað og óbúgvin útsøgn hjá landsstýrismanninum, sum kann gera stóran skaða. At landsstýrismaðurin kann hugsa so stutt…   

Tvinnir eru kostirnir
Tað eru tó røddir sum siga, at útsøgnin hjá uttanríkisráðharranum var kalkulerað. At hann meldaði sína koppsetingarmótstøðu út bara fyri at flyta fokus frá óhepnu upptraðkani í Keypmannahavn. Um tað er satt, so er tað nokk eitt tað mest kyniska, sum hevur verið frammi í føroyskum politikki.  

Tvinnir eru harvið kostirnir. Antin hava Føroyar ein óbúnan uttanríkisráðharra, ella hava Føroyar ein sera kalkulerandi uttanríkisráðharra. Óbúgvin ella kyniskur – tað er spurningurin?