Leygarkvøldið verður konsert á portugisiska konsilátinum.
Portugisiska Joana Rios spælir leygarkvøldið konsert í høllini í Smæruni. Hetta er eitt høvi at fáa eina smakksroynd av Portugal, nú beinleiðis farleið í næstum letur upp millum Føroyar og Lissabon.
Roynda jazz songkvinnan Rios, hevur skift jazzin út við siðbundna vísusangin. Hetta hevur vunnið henni uppaftur fleiri fjepparar í heimlandinum. Joana Rios telist sostatt í dag millum størstu stjørnunar innan sonevnda Fado fólkatónleikin í Portugal.
Fado siðvenjan stavar frá økinum kring Lissabon. Tónleikurin er siðbundin, og bæði orð og tónar hava eitt sorgblítt huglag, ofta er talan um sjómansvísur og vísur um armoð.Nú Rios vitjar í Smæruni, hevur hon tveir sera dugnaligar gittarleikarar við sær, ið meistra serliga spæliháttin í Fado.Konsertin verður á portugisiska konsulátinum í Smæruni í J.H. Schrøtersgøtu kl. 20.00 leygarkvøldið 3. juni.
Atgongumerki á 100 kr. fáast við dyrnar.