Einvís donsk tulking í ósamsvari við heimastýrislógina

Hóast uttanríkispolitiska lógin er samtykt bæði á fólkatingi og á løgtingi, so ivast Anders Samuelsen ikki í, at tað eru danskir myndugleikar, sum hava tulkingarrættin, tá føroyingar og danir eru ósamdir. 

Hetta stendur at lesa í svari frá Anders Samuelsen uppá spurning, sum eg setti honum fyri jól.

Hann varð spurdur, um hann metti, at Danmark einsamalt hevði rættin at tulka lógina, tá Føroyar og Grønland høvdu eina aðra fatan av sínum rættindum til at gera fólkarættarligar avtalur.

Anders Samuelsen svarar soleiðis: “De danske myndigheder er ansvarlige for gennemførelsen af love, som er vedtaget i Folketinget, herunder lovenes fortolkning.”

Hetta er ikki í samsvari við gerðarrættarlíknandi skipanina í § 6, stk. 2, í heimastýrislógini, ta sonevndu kompetansunevndina. Har stendur, at eru partarnir ósamdir, skal ein nevnd verða sett niður við tveimum umboðum fyri landsstýrið, tveimum fyri stjórnina og trimum hægstarættardómarum. Verða politisku umboðini ikki samd, skulu teir tríggir hægsturættardómararnir skera ígjøgnum.

So heimastýrislógin sjálv góðtekur ikki, at uttanríkimálaráðið – ella nakað annað aðalráð – átekur sær leiklutin sum endaligur tulkingarmyndugleiki í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Málið leggjast fyri kompentensunevnd
Tí havi eg sett Anders Samuelsen tveir nýggjar spurningar í dag.

Í fyrra lagi verður spurt, um hann viðurkennir, at ásetingin í heimastýrislógini §6 stk. 2 tekur støði í tveimum javnbjóðis pørtum, ella hann metir donsku stjórnina hava einvísan rætt til at tulka lógarinnar bókstav, tá partarnir eru ósamdir.

Í øðrum lagi verður spurt, um uttanríkismálaráðharrin viðurkennir, at ásetingin í §6 stk. 2 eisini er galdandi, tá ósemja er millum partarnar um uttanríkispolitisku lógina.

Síðani heimastýrislógin kom í gildi, er ongantíð komið fyri, at partarnir hava sett serstøku nevndina niður at greiða ósemju um tulkingar, og líkt er til, at danskir myndugleikar hava hug at gloyma hasa lógargreinina.

Landsstýrið hevur fingið eitt gylt høvi at minna donsku stjórnina á júst hasa ásetingina við at krevja málið um sáttmálan millum Føroyar og Grønland øðrumegin og Ísland hinumegin fyri slíkari nevnd. Semjast føryingar og danir ikki, fáa vit ið hvussu er eina fatan av, hvørji løgfrøðilig atlit hægstarættardómarar fara at leggja dentin á í einari slíkari ósemju.

http://www.ft.dk/samling/20171/spoergsmaal/s335/svar/1456074/1841260.pdf