Eitt javnt samfelag er gott fyri øll

Nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya, sum eru frá 2015, vísa, at umleið 5.000 føroyingar eru í fátækaraváða. Hetta er 10,6%. Tølini frá 2013 vóru 10,3% í fátækaraváða. Katrin Kallsberg sigur, at samgongan hevur framt batar, men enn skulu átøk gerast fyri at smalka gjáirnar millum rík og fátøk.
Tráin Nónklett skrivar, 

Sambært Hagstovuni hava fólk í fátækaraváða eina so mikið lága inntøku, at hon er undir 60% av mið-javnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum.

– Samgongan hevur gjørt átøk, sum skulu hjálpa fólki úr fátækaraváða. M.a. góvu vit ein skattalætta til lág- og miðallønt tíðliga í valskeiðinum og stovnaðu eitt serligt barnaískoyti til familjur, sigur Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini. 

– Samgongan hevur bert sitið í uml. tríggjar mánaðir av 2015, so vit síggja ikki orduliga hesi átøkini í tølunum. Vónandi sæst í tølunum frá 2016, at talið av fólki í fátækaraváða er lækkað.

Katrin Kallsberg leggur dent á, at tað er týdningarmikið at hava eitt javnt samfelag, tí hetta er gott fyri øll. Hon vísir á, at tað serliga er ein trupulleiki hjá børnum at vaksa upp í fátækt. Samgongan hevur roynt at bøta um støðuna við at veita serligt barnaískoyti til familjur og at tryggja lesandi, sum eru stakir forsyrgjarar, studning allar 12 mánaðirnar.

Katrin Kallsberg hevur eisini verið forkvinna í Javnstøðunevndini. Hon vísir á, at fíggjarligi ójavnin er eisini ein javnstøðutrupulleiki millum kynini. Einstakir uppihaldarar eru ofta kvinnur, og ofta eru kvinnur, sum eru pensjónistar, fíggjarliga illa fyri. Báðir hesir bólkarnir eru útsettir fyri at vera í fátækaraváða.

– Vit hava hækkað samhaldsfasta og gjørt kringvarpsgjaldið bíligari fyri pensjónistar. Tað ger, at pensjónistar hava eitt sindur meira eftir um mánaðin. Men pensjónsnýskipanin, sum arbeitt verður við í løtuni, skal tryggja betri kor fyri pensjónistar. Ítøkilig átøk skulu eisini gerast fyri fyritíðarpensjónistar, sigur Katrin Kallsberg. 

– Vit hava ikki gjørt nóg nógv enn. Vit skulu ikki leggja okkum afturá og siga “juhu”. Ein tann størsti trupulleikin er dýri húsamarknaðurin. Her má skipast soleiðis fyri, at tað gerst lættari at kunnu leiga, tí at dýri húsamarknaðurin rakar serliga tey á niðaru rók, sigur Katrin Kallsberg at enda. 



Related Posts