Fyritøkan ETV úr Norðragøtu hevur framleitt sjey el-talvur til smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Klaksvík.
El-virkið ETV úr Norðagøtu hevur latið tær fyrstu av sjey el-talvum, sum verða gjørdar til smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Klaksvík. Restin av talvunum standa nærum klárar at lata. Tað stendur á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.
Arbeiðið er gjørt saman við RV Tøkni í Klaksvík. Farið var undir arbeiðið í 2017, og talvurnar innihalda 5 tons av kopari og skulu stýra øllum streyminum og neyðstreyminum til smoltstøðina. Tað sigst, at smoltstøðin er heimsins størsta smoltstøð, og hon verður 20.000 m2.
– Vit eru errin av hesum arbeiðinum, sigur Eyðun Hansen, stjóri á ETV við heimasíðuna hjá kommununi.
Á heimasíðuni stendur eisini, at El-talvuvirkið gjørt oman fyri 3000 el-talvur, síðan fyritøkan varð stovnað. Fyritøkan er við í fleiri stórum verkætlanum og mangan í tøttum samstarvi við aðrar el-fyritøkur.
Les meira her