Týskvøldið 14. mars hevði Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag ársaðalfund. Umframt formansval og val av nevdarlimum vóru dagsaktuell mál til umrøðu, harímillum uppskotið um nýggja fiskivinnulóggávu, sum er til hoyringar hjá avvarðandi pørtum í løtuni.
Gunvør Balle, sum hevur verið forkvinna í felagnum seinastu tvey árini, bar seg undan at verða afturvald, tí hon nú hevur átikið sær aðrar politiskar uppgávur fyri flokkin. Hon legði í formansrøðuni dent á, at tað var hugaligt at vera tjóðveldisfólk í hesum døgum, nú flokkurin var so væl umboðaður á flestu politisku pallum í samfelagnum, á fólkatingi, í landsstýri umframt at flokkurin situr í samgongu í Tórshavnar býráð, eftir at flokkurin fekk ein býráðssess afturat, so hann nú hevur fýra býráðslimir í Havn.

Gunvør Balle forkvinna greiðir frá felagsins virksemi í farna ári.
Gunvør Balle vísti á, at býráðssamgongan var væl samansjóðað, tá byrjað varð í januar, og segði, at kemiin var góð millum partarnar í samgongu. Gunvør vísti á, at gott samstarv hevði verið millum kommunupolitikarar og landspolitikarar floksins, og hon mælti til, at eitt forum varð gjørt, hvar mál av týdningi vórðu tikin upp.

Kaj Joensen leggur fram grannskoðaðan roknskap.
Á aðalfundinum legði Kaj Joensen fram grannskoðaðan roknskap fyri 2016, sum hann vísti á var merktur av, at býráðsval hevði verið í árinum umframt, at bæði fólkatingsval og løgtingsval høvdu verið stutt frammanundan. Tó vísti roknskapurin, at eginognin var positiv, hóast raksturin fyri 2016 bar hall.
Samtykt varð, at varðveita limagjaldið á 250 kr. fyri einstaklingar og 100 kr. fyri lesandi og pensjonistar.

Emil Hermansen er nývaldur formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
Til nýggjan formann valdi aðalfundurin Emil Hermansen, sum hevur verið í nevndini í felagnum hetta seinasta árið. Nevndarlimir eru Katrin Kallsberg, Vigdis Johannesen, Kaj Joensen og Ólavur Dalsgarð, og tiltakslimir eru Jóannes Guttesen og Torbjørn Jacobsen í Kaldbak.
Aðalfundurin valdi eisini umboð til flokstingið, sum verður í Hósvík 24. og 25. mars.

Høgni Hoydal greiðir frá uppskotinum til nýggja fiskivinnuskipan.
Fundurin endaði við orðaskifti um aktuell politisk mál. Høgni Hoydal landsstýrismaður við fiskivinnumálum og formaður í Tjóðveldi greiddi m.a. frá um semjusøkjandi samráðingarnar við Sambandsflokkin, og har hann vísti á, at tað er nú tað skal vísa seg, um tað eru tær fáu pengasterku fyritøkurnar ella løgingið, sum hevur valdið í Føroyum.
Eisini varð borið saman við orðaskiftið, tá royndaruppboðssølan kom – tá varð eisini sagt, at alt stóð fyri hóttafallið. Ístaðin vísti tað seg, at 2016 gjørdist eitt tað besta fiskivinnuárið higartil.
Góði fiskiskapurin stendst av pelagisku fiskasløgunum. Tað, sum eingin nevnir, er tann vistfrøðiliga vanlukkan sum er hend við botnfiskasløgunum, teimum siðbundnu fiskasløgunum, so sum toski, hýsu, upsa, kalva, havtasku og kongafiski, sum eru svunnin burtur í nærum einki. Hetta sæst sjálvsagt aftur í virkseminum á flakavirkjum.
Eisini var spurningur reistur um floksins leiklut í sambandi við ein virknan og dagførdan umhvørvispolitikk. Fundurin ásannaði í hesum sambandi, at náttúru- og umhvørvismál eiga at verða raðfestast hægri enn higartil hevur verið gjørt.

Nýggja nevndin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag er frá vinstru Katrin Kallsberg, Vigdis Johannesen, Torbjørn Jacobsen, Ólavur Dalsgarð, Kaj Joensen, Emil Hermansen – avmyndað saman við Gunvør Balle fyrrverandi forkvinnu felagsins – og Jóannes Guttesen, sum vantar á myndini.