Endaliga uppgerðin skal takast

Skjótt kemur tann dagur, sum kemur at seta gongd í leysgerðina av danska yvirvaldinum, og har meirilutin í tinginum tekur eitt risa fet um at gera okkum leys av donskum stuðli og yvirvaldi.” Hetta segði Pauli Trond Petersen m.a. í samband við umrøðuna av ólavsøkurøðu løgmans.

Eitt av stóru vallyftunum hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið í 2015 var at fáa stjórnarskipan til fólkaatkvøðu. Løgmaður hevur boðað frá, at stjórnarskipanin skal til fólkaatkvøðu á flaggdegnum 25. apríl næsta ár. Pauli Trond Petersen, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, gleðir seg til hendan dagin.

– Tíbetur nærkast vit 2018 við risafetum, har ein av størstu døgum føroyinga kemur, nevnliga fólkaatkvøðan um Stjórnarskipan Føroya. Har fara føroyingar at siga ja til stjórnarskipanina við stórum fleirtali. Hetta verður tað nýggja startskotið til eina endaliga fólkaatkvøðu um okkara tjóð, sum vónandi eisini verður í hesum valskeiði,  um allar okkara fullveldisrøddir á tingi taka seg saman og fáa hetta framt í verki, segði Pauli Trond Petersen m.a. í røðu síni.

Pauli Trond Petersen heitti á øll frælslynt um at standa saman og taka loysing, soleiðis at Føroyar sum fræls tjóð kann samráðast á jøvnum føti við onnur lond og felagsskapir.