Endiliga verður havrannsóknarskip bygt

Magnus Heinason hevur leingi verið alt ov gamal. Sum fiskivinnutjóð er tað av stórum týdningi, at vit hava eitt framkomið havrannsóknarskip, soleiðis at til ber at gera góðar stovnsmetingar. Fólksins ogn skal vera varandi, og tá hevur týdning at hava góð tilmæli. Gleðiligt er, at løgtingið hevur samtykt at byggja nýtt havrannsóknarskip.

Fyrrverandi fiskimálaráðharranum, Jacob Vestergaard ætlaði at gera eitt havrannsóknarskip, sum skuldi vera privat ogn. Ætlanin var, at privat skuldu byggja skipið, sum tað almenna síðani skuldi leiga stóran part av árinum. Reimund Langgard, sum sat fyri Sambandsflokkin og var løgtingsgrannskoðari, kallaði ætlanina fyri kreativa bókføring. Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni kallaði tað reinan ørskap. Tíbetur verður nýggja havrannsóknarskipið ogn hjá landinum. Tað sigur seg sjálvt, at eitt privat felag skal hava vinning. Tí hevði leigan hjá landinum verið ovurhonds stór. Hetta hevði verið ein nógv dýrari loysn í longdini.

Tað er eisini gleðiligt, at føroyska felagið MEST byggir skipið. Hetta skapar arbeiðspláss, styrkir felagið og mennir eina føroyska servitan. Havrannsóknarskipið fer at kosta 286 mió. og hevur fremstu tøkni umborð.

At byggja nýtt havrannsóknarskip hevur stóran týdning. Neyðugt er, at politisku myndugleikarnir fylgja lívfrøðiligu stovnsmetingunum, sum Havstovan kemur við. Okkara fiskivinna skal vera burðardygg, soleiðis at bæði vit og komandi ættarlið fáa gagnnýtt hana á bestan hátt. Vit hava fyrr ovurfiskað grunnarnar, og hetta má ikki endurtaka seg.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, samgongan og alt løgtingið eiga stórt rós fyri samtyktina at byggja skipið, sum er ein góð loysn fyri føroysku fiskivinnuna og Føroyar sum heild.