Enn vantar nógv í fulla javnstøðu

Í dag, 8. mars, er altjóða kvinnudagur. Enn er langt á mál í javnstøðustríðnum, tó at glottar eru at hóma, staðfestir Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, millum annað í hesi hugleiðing.

Tá ið Donald Trump var tikin í eið sum amerikanskur forseti brast eitt mótmæli á í USA, sum gav endurljóð um alla verðina. Hetta sæst aftur í dag. Kvinnur hava fingið blóð upp á tonnina av kravgongunum, sum við íblástri úr USA vóru um alla verðina ímóti Donald Trump, sum greidliga hevði givið til kennar, at hann er sera kvinnufíggindaligur. Hann mælti m.a. til, at kvinnur, sum fingu abort, skuldu fonglast og reypaði av, at hann sum valdsmenniskja og kendur persónur kundi gera, sum hann vildi við kvinnur. Longu 20. januar setti hann lóg í gildi kallað ’Global Gag Rule’, sum avmarkar arbeiði í menningarlondum, sum hava abort á programminum.

Í Svøriki verður mælt til at taka lut í verkfalli, sum verður um alla verðina 8. mars. Tær fara at mótmæla patriarkalska valdinum, sum er kapitalistiskt, sexistiskt, rasistiskt og heteronormativt. Tað ræður um at halda fast við tey rættindi, sum vit hóast alt hava stríðst okkum til. Í Russlandi hevur Putin minkað um revsingina fyri harðskap móti kvinnum í parlagi. Í Pólandi var ætlanin at geva kvinnum fimm ára fongsulsrevsing fyri at taka abort, men hetta var steðgað av umfatandi mótmælum frá kvinnum. Í katólsku kirkjuni er tað framvegis bannað at brúka fyribyrging, at fáa abort og at giftast við einum av sama kyni, í Egyptalandi er forsetin har hart ímóti kvinnurættindastríðskvinnum. Men í Føroyum hugna vit okkum við drekkamunni og mótasýning, sjálvt um vit hava eina rúgvu av málum, sum enn ikki eru loyst.

Og tó – onkur glotti er: tað er heilt greitt, at tey ungu eru komin á aðrar tankar. Kvinnurnar, sum eru føddar í 80-unum og eru uppaldar til at trúgva upp á seg sjálvar, síggja nú, tá tær koma út í veruliga lívið, at tað als ikki er soleiðis úti, sum tað var heima.

Her valdar ein karrá patriarkalsk hevd framvegis, sum als ikki er opin fyri at loyva kvinnum at fatinum. Her eru framvegis somu væntanir um, hvørjar leiklutir gentur og dreingir eiga at hava. Kvinnur verða viðfarnar sum horur á netinum og millum manna. Tær eiga enn ikki rættin til sín egna kropp. Tey ungu undra seg yvir, at málið um líkaløn enn ikki er avgreitt. Hví pápar ikki taka barnsburðarfarloyvi, hví so fáar kvinnur eru í politikki, hví tað eru so fáir kvinnuligir stjórar, hví kvinnur eru so illa umboðaðar í almennum tíansheldur privatum nevndum. Hví eru slík mál ikki langt síðan loyst, sum kvinnur hava stríðst fyri tey seinastu næstan 50 árini, og nær verða tey loyst?

Her nógv er at gera
Sum gamlan feminist frøir tað meg almikið, at serliga tær ungu kvinnurnar eru farnar undir at kasta ljós aftur á femismuna við sjónleiki, tónleiki og tiltøkum av ymsum slagi nú upp undir 8. mars. Her hugsi eg serliga um tær, sum skipa fyri Damudomi, men eisini tey ungu í Unga Tjóðveldinum, sum skipa fyri fundi í Mettustovu um kvinnur í láglønarstørvum.

Tí sakirnar tróta ikki fyri at fáa fulla javnstøðu. Her er eitt lítið úrval:

  • Føroyskar kvinnur hava enn ikki líkaløn
  • Kvinnustørv eru í stóran mun láglønarstørv
  • Kvinnur sleppa í alt ov stóran mun ikki at arbeiða fulla tíð
  • Pensjónsviðurskifti hjá kvinnum er út av lagi vánalig
  • Barnsburðarfarloyvi setur kvinnur í verri støðu á arbeiðsmarknaðinum
  • Kvinnuítróttur er lágt prioriteraður
  • Harðskapur móti kvinnum er stórur
  • Kvinnur og gentur verða eisini neyðtiknar í Føroyum
  • Børn verða kynsliga misbrúkt í sera stóran mun í Føroyum
  • Kvinnur hava ikki rætt til frían abort
  • Kvinnur verða seksuelt háðaðar á sosialu miðlunum og úti millum manna
  • Kvinnur eru ikki javnt umboðaðar í Løgtinginum (20 %)
  • Kvinnur eru ikki javnt umboðaðar í kommunustýrum (33,8 %)
  • Kvinnur eru ikki javnt umboðaðar í almennum nevndum (39 %)

Hvussu stutt vit eru komin á javnstøðuleið boðar uppskotið hjá Fólkaflokkinum frá um, at foreldur sjálv skulu syrgja fyri at fáa síni børn ansað.

90.000 krónur skulu foreldur fáa fyri at fáa barnið ansað. Tvs. at tann sum ansar barninum skal fáa 7500 kr um mánaðin, tað veri seg grannin, ein arbeiðsgenta ella ein pedagogur, sum tekur hetta arbeiðið uppá seg. Tað er sjálvandi nógv bíligari fyri samfelagið enn at geva kvinnum eina ordiliga løn. Tí tað er neyvan nakar ivi um, at tað framvegis vera kvinnurnar, sum fara at ansa børnunum fyri undirløn.

Tað skal eita seg, at fólk, sum arbeiða skiftandi vaktir á røktarheimum, sjúkrahúsum og fiskavirkjum skulu hava møguleika fyri at fáa síni børn ansað. Gott hugskot, men hví skulu tey sjálv syrgja fyri tí? Hví kunnu land og kommunur ikki í felag skipa fyri ansing av børnum hjá foreldrum, sum arbeiða skiftandi vaktir?

Við teimum 90.000 krónunum fyri hvørt barnið er tað eisini hugsandi, at foreldur (les: kvinnur) fara at ansa sínum børnum heima, sigur Jørgen Niclasen. Øh – Hvat hugsar maðurin fyri sær?

Takið nú javnstøðu í álvara
Í grein í Berlingske Tidende tann 6. mars skriva tær báðar Suzanne Moll og Jytte Nielsen úr Kvinfo tíðargrein í sambandi við 8. mars, og yvirskriftin er: Tag nu ligestilling alvorligt, politikere.

Hetta sama havi eg hug at siga við okkara politikarar: Gevist við at halda, at javnstøða er nakað, sum vit loysa í privatum regi. Tað hendir seg ikki! Tit mugu taka ábyrgd av økinum. Setið tykkum mál og deilmál, setið nógv meira pengar av til at økja um javnstøðuna. Við øllum teimum kvinnunum, vit hava í landstýrinum, hava vit ein søguligan møguleika at gera mun. Stuðulin til Javnstøðunevndina og Demokratia er tilsamans 733 túsund krónur, hetta er reint út sagt láturligt! Gevist at tosa um, at vit ikki hava pengar til hetta og hitt, tí tá tað kemur til fisk og berghol og undirsjóvartunlar og vegir, so tróta pengarnir ikki. Hetta er spurningur um prioritering og at tora og einki annað!

Við øllum teimum skilagóðu kvinnunum í landstýrinum vænti eg mær, at nú fer at koma vend í – nú fara politikarar at taka javnstøðu í álvara.

Marna Jacobsen
forkvinna í Demokratia