Erdogan kallaði Assad yvirgangsmann

Recep Tayyip Erdogan, forsetin í Turkalandi segði í røðu í dag, at forsetin í Sýrialandi er ein yvirgangsmaður, ið verður noyddur at fara frá, um friður skal koma í Sýrialandi. 

Tað er ein rættiliga avgerandi spurningur í stríðnum í Sýria, hvør skal taka við, tá ið kríggið er liðugt. Upprunin til kríggið er, at uppreistur var í Sýria í kjalarvørrinum av arabiska várinum, tá ið uppreistur var kring alt Miðeystur. Uppreistrarbólkar í Sýria vildu hava Bashar al-Assad frá, og ung fólk vildu hava demokratiskari stýrisskipanir.

Men kríggið gjørdist enn meira fløkjasligt, tá ið yvirgangsbólkurin ISIS fór undir at taka ymisk øki í Sýria og bardist fyri einum muslimskum kalifati. Brádliga vóru tríggir krígspartar, ið allir bardist ímóti hvør øðrum.

Vesturheimurin við USA á odda hevur ikki blandað seg beinleiðis upp í kríggið, men hava stuðlað uppreistrarbólkunum í Sýria við vápnum og herðvenjing, ímeðan Russland hevur stuðlað Bashar al-Assad forsetanum í Sýria. Nú ISIS er um at verða bast, hevur spenningur tí verið um, hvør hevði skulu tikið valdið í Sýria eftir kríggið, ið hevur kostað 300 túsund mannalív og hevur gjørt, at milliónir av fólki máttu rýma frá heimi sínum.

Erdogan forseti í Turkalandi hevur fleiri ferðir tosað ímóti, at Bashar al-Assad skuldi fáa valdið aftur, men hansara atfinningar tagnaðu nakað, eftir at Turkaland og Russland fóru at samstarva. Men í dag helt Erdogan talu, har hann aftur legði eftir Bashar al-Assad. Hann kallaði hann yvirgangsmann, og hann undirstrikaði, at forsetin í Sýria mátti frá, um friður skuldi fáast í lag.