Etiska ráðið mannað

Hildur við Høgadalsá verður forkvinna í etiska ráðnum, sum landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur tilnevnt. 

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur tilnevnt teir níggju limirnar, sum fara at mynda etiska ráðið komandi fýra árini. Ráðið fer til verka 1. januar, og endamálið við ráðnum er sambært heilsu- og innlendismálaráðnum at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bip- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum.

Tey níggju tilnevndu eru: 

Hildur við Høgadalsá er tilnevnd forkvinna. Hildur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið limur í  Sjúkrarøktaretiska ráðnum, harumframt var hon eitt tíðarskeið forkvinna í ráðnum. Á yrkisleið síni hevur hon starvast víða innan heilsuverkið, har av meginpartin av tíðini á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.

Tilnevnd av landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

Steintóra Samuelsen, serlækni í gynækologi/obstretrik og starvast sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Tilnevnd av landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

Jógvan D. Hansen, útbúgvin Cand. Phil. og starvast sum lærari í heimsspeki.

Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á løgtingi.

Richard Schwartzson, útbúgvin farmaceut MSc (IT) og er KT leiðari á Tjaldurs Apoteki.

Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á løgtingi.

Sólbjørg Frederiksberg, útbúgvin fysioterapeutur og starvast á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum.

Tilnevnd eftir tilmæli frá politisku flokkunum á løgtingi.

Jákup H. Foldbo, útbúgvin Cand. Scient. Soc. og starvast sum trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu.

Tilnevndur eftir tilmæli frá Kommunufelagnum.

Leif Olsen, útbúgvin sosialráðgevi og starvast sum ráðgevi í Almannaverkinum.

Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Debes H. Christiansen, útbúgvin lívfrøðingur og starvast sum deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum.

Marjun Bæk, fyrrverandi sóknarprestur og hevur eisini í fleiri ár virkað sum sjómansprestur.

Tilnevnd eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í mentamálum.

Tikið av heimasíðuni hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum.