Evropakortið í broyting – fólkaatkvøða í Katalonia

Evropakortið er í broyting, tí tingið í Katalonia hevur endaliga samtykt fólkaatkvøðuna um loysing, sum er sett at verða 1. oktober 2017.  

Elsa Berg hevur skrivað greinina, 

Tá ið katalanar skulu á fólkaatkvøðu fyrsta oktobur, er spurningurin, ið veljarar í Katalonia skulu taka støðu til, einfaldur:
“Ynskir tú, at Katalonia verður eitt sjálvstøðugt ríki og verður fullveldi?”

Katalonia, sum liggur í Útnyrðings-Spania, hevur egna mentan við katalanskum flaggi og máli. Søgan er rík, og Katalonia hevur fyrr skift í millum at vera sjálvstýri, heimastýri og vera fullkomin partur av Spania. Umframt stríð um størri sjálvræði hava sterk mentanarstríð tikið seg upp, og hetta hevur tryggjað katalanum, at tey enn hava egið mál, mentan og samleika. Spanskir myndugleikar hava arbeitt ímóti katalonskum sjálvstýrisrørslum, og ímillum 1939-1975 var tað bæði ólógligt at tosa katalanskt og læra málið í skúlunum.

Senyera, ið er til vinstu á myndini, er katalanska flaggið. L’Estelada til høgru er flaggið, sum loysingarsinnaðir katalanar nýta. L’Esterlada er fyribils flagg, og um katalanar loysa, verður Senyera nýtt sum tjóðarflagg í Katalonia.

Stór skrúðgonga fyri fullveldi:
11. september í 1714 misti Katalonia rættin til egnu stjórnarskipan, lóggávuting og serstaka rættarskipan. Síðstu árini hevur stór skrúðgonga tí verið tann 11. september kl. 17:14, har sjálvstýrisfólk í Katalonia fylla gongugøturnar og sýna sín stuðul til fullveldi. Katalonsku fløggini eru at síggja allastaðni, og fólk eru í sera góðum hýri. Mett verður, at umleið 2 milliónir katalanar luttaka í skrúðgonguni.

Unga Tjóðveldið hevur atlimaskap í EFAy, og í tí sambandi hava vit tilknýti til fleiri loysingarsinnað ungmannafeløg í Evropa. JERC (Joventuts d’Esquerra Republicana de Catalunya) er eitt av hesum ungmannafeløgum, og tá ið fólkaatkvøðan verður 1. oktober sendir Unga Tjóðveldið umboð til Katalonia at fylgja við fólkaatkvøðuni og frælsisstríðnum saman við vinstravenda loysingarsinnaða ungmannafelagnum.

Myndin er frá 2015, tá Elsa Berg luttók á skrúðgongu í Katalonia.

Spanskir myndugleikar góðtaka ikki loysing  Tá ið katalanska tingið mikudagin samtykti, at fólkaatkvøðan skuldi vera fyrsta oktobur, vóru spanskir myndugleikar skjótir at fordøma avgerðina. Spanskir myndugleikar hava allatíð verið ímóti, at katalanska fólkið skal fáa loyvi at halda fólkaatkvøðuna. Myndugleikanir í Spania hava lovað, at stjórnin fer at brúka øll lógar- og politisk amboð fyri at steðga atkvøðuni.

Katalanskur loysingarmaður, sum Fjúrtandi hevur tosað við, segði eisini, at hóttanir um fongsling av tingformanninum í Katalonia, og at atkvøðuhølini fóru at verða niðurløgd av sponsku løgregluni høvdu verið frammi, men at katalanskir myndugleikar higartil ikki høvdu latið seg styggja av hóttanunum.