Eyðgunn Samuelsen í orðaskifti um javnstøðu

Eyðgunn Samuelsen luttekur í hesum døgum á ráðstevnu í Keypmannahavn um at fáa menn við í javnstøðuarbeiði. 

Í hesum døgum er barbershop-ráðstevna í Keypmannahavn um at fáa menn við í javnstøðuarbeiði. Tað er íslendska uttanríkisráðið, UN Women og Norðurlandaráðið, ið hava fyriskipað ráðstevnuna, og í dag luttekur Eyðgunn Samuelsen í orðaskifti á ráðstevnuni.

– Tað hevur stóran týdning, at øll – bæði kvinnur og menn – eru við, skulu vit fáa javnstøðu. Tað hevur týdning at vit hava góðar vælferðartænastur, soleiðis at kvinnur ikki hava fyri neyðini at velja millum familju og arbeiðslív. Og tað hevur eisini stóran týdning, at pápar fáa sín lut í barnsburðarfarloyvinum. Hetta er gott fyri børnini, fyri menninar og fyri alla familjuna, sigur Eyðgunn Samuelsen í tíðindaskrivi frá almennamálaráðnum.

Á ráðstevnuni verða eisini framløgur frá IKEA group, Deloitte and Volvo group.

Til ber at fylgja ráðstevnuni beinleiðis her