Fakfeløg stuðla fiskivinnunýskipanini

Í yvirlýsing skriva Havnar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðarafelag, at tey stuðla uppskotinum um sjófeingi hjá samgonguni. Tey heita á landsins kosnu um at taka ábyrgd. 

Í yvirlýsing, sum varð send Fjúrtanda á middegi í dag, skriva forfólkini í arbeiðsfeløgunum í Havn, at tey stuðla fiskivinnuuppskotinum hjá samgonguni. Í drúgvum viðmerkingum vísa tey á fleiri tættir í skipanini, sum tey halda vera alneyðugar at fremja.

– Vit síggja, at stórur munur er á, hvussu nógv arbeiði er til vanliga arbeiðsfólkið kring landið. Fyri at skapa trivna og best møguligar liviumstøður, so er tað umráðandi, at okkara politikarar skapa karmar, sum kunnu tryggja, at arbeiðið eisini er til vanliga arbeiðsfólkið, har lítið og einki fiskaarbeiði er í dag, skriva fakfeløgini millum annað í viðmerkingunum.

Tey leggja eisini dent á, at tað er týdningarmikið, at okkara fiskivinnuskipan er burðardygg, soleiðis at komandi ættarlið eisini fáa ágóðan av tilfeinginum.

Heldur harðliga leggja fakfeløgini eisini eftir reiðarunum, sum tey halda hava prógvað, hvussu vandamikið tað kann vera at lata ov fáum atgongd til fiskatilfeingið.

– Vit hava hoyrt, at reiðarar ella umboð teirra enntá hava hótt við at draga fiskimálaráðið í rættin, um teir missa verandi veiðiloyvi og kvotur teirra, skriva fakfeløgini, sum halda slíkar hóttanir vera ræðandi.

– Slíkar hóttanir eru haldgott prógv um, at tað er ein vanlukka fyri land okkara, um ein samfelagsbólkur sum t.d. stórreiðarar okkara fær so stóran lut í samfelagskøkuni, sum fiskatilfeingið er, leggja tey afturat.

Lesa allar viðmerkingarnar her