Faroe Pride verður í dag

Faroe Pride 2017 byrjar 27. juli kl 16. Pride-gongan byrjar við Tórsvøll, og verður gingið allan vegin oman á Vaglið, har tónleikur og undirhald verður.  

Síðan 2010 hevur LGBT Føroyar skipað fyri árliga Faroe Pride. Her savnast alskyndir føroyingar at stuðla LGBT rørsluni. Síðstu árini hevur fokus serliga verið á broytingunum í hjúnarbandslógini. Hesar broytingar komu í gildi 1. juli 2017.

Politisku ungmannafeløgini, ið hava arbeitt hart fyri, at broytingarnar í hjúnarbandslógini vóru broyttar, hjálpa í ár LGBT  at skipa fyri Faroe Pride.

– At broyta hjúnarbandslógina, so at hon eisini umfataði samkynd, er nakað, vit í Unga Tjóðveldinum hava arbeitt við í fleiri ár. Í ár verður Faroe Pride tí nakað øðrvísi – í ár hátíðarhalda vit tað fet, ið Føroyar tóku 1. juli 2017. Í ár hátíðarhalda vit ymiskleikan, og rokni eg við, at hetta kemur at seta sín dám á ársins Faroe Pride,” sigur Hervør Pálsdóttir, landsnevndarlimur hjá Unga Tjóðveldinum.

Eftir sjálva gonguna, verður eitt brak av eini konsert. Danny frá Danny and the Veetos, Konni Kass, Heiðrik á Heygum og onnur trína á pallin, og byrjar ólavssøkan av álvara tá.