Fegnast um eitt frítt orðaskifti

Í formansfrágreiðingini ásannaði Høgni Hoydal, at orðaskiftið um fiskivinnunýskipanina, hjúnarbandslóg, støðuni í fíggarheiminum og øðrumstórum broytingum ofta er hvast, og stundum eisini ógvisligt.

Hetta fría orðaskifti fegnaðist Høgni Hoydal um, tí avbjóðingin hjá okkum er, at vit ikki missa fólkaræðið og teir møguleikar fyri fríum, og viðhvørt ógvusligum, orðaskifti. At vit tora at taka støðu og gera broytingar út frá tí fólkaræðisliga sjónarmiðinum um, hvat gagnar fólkinum og tjóðini sum heild. Og ikki bert hjá teimum sterkastu áhugamálunum, ið hava sera stórt vald.

Valdið og virðini í Føroyum eru tey undanfarnu árini savnað á alt færri hondum. Bæði í fíggjarheiminum, í alivinnuni og í fiskivinnuni.

Og virðini eru økt ómetaliga av fleiri ávum – bæði av dugnaskapi, marknaðargongd og av politiskum avgerðum um at hækka kvotur. Bara í uppisjóvarvinnuni eru avreiðingarvirðini økt úr 500-700 milliónum krónum fyri 10 árum síðani, til væntandi omanfyri 2 milliardir í ár.

Tær broytingar, ið skotnar verða upp í fiskivinnupolitikkinum, kunnu leggja grund til at virðisøkja okkara tilfeingi munandi meira. Ikki bara í nøgd, men serliga í dygd og virðisskapan her í landinum, vísti Høgni Hoydal á.

Hóast tað er gott við fríum orðaskifti, so harmaðist formaðurin um at somu bólkar, ið dúgliga og drúgt seta niður á frøðingar og sonevndar “excelologar”, krevja nú framtíðina setta í formil ella excel-ørk, tá ið broytingar skulu gerast – annars nokta tey fyri broyting.