Trendurnar eru nógvar á Facebook, Twitter og øðrum líknandi. Seinastu vikurnar eru tað allarhelst tey flestu, sum eru komin fram á hashtaggið #metoo.
Jónas T. Stórá hevur skrivað fríggjadagsklummuna hesa vikuna,
Sjónleikarakvinnan Alyssa Milano gjørdi alment vart við at kendi og máttmikli filmsframleiðarin, Harvey Weinstein, hevði gjørt seg inn á hana, og hon bað aðrar kvinnur, ið høvdu upplivað somu viðferð, nýta hashtaggið #metoo á sosialu miðlunum. Aftaná hetta spjaddist #metoo, sum ein farsótt. Kvinnur í milliónatali kring heimin hava deilt hashtaggið fyri at vísa á, at tær hava verið úti fyri kynsligum ágangi. Serliga eru tað nógv kend fólk í Hollywood, sum við at deila søgur sínar, hava brúkt sín víðfevnandi pall og eru rokkin út til øll.
Ætlaða endamálið er nokk ikki bara at vísa á trupuleikan, men eisini at okkurt verður gjørt við tað. Upprunaliga eru tey bæði orðini ‘me too’ sett saman fyri umleið tíggju árum síðan, tá amerikanski aktivisturin Tarana Burke á sama hátt royndi at gera vart við trupulleikan og millum annað stovnaði ein felagsskap, sum hevði til endamáls at hjálpa kvinnum, ið høvdu verið úti fyri kynsligum ágangi.
Nógvar aðrar tílíkar royndir hava eisini verið gjørdar við sama endamáli. Tá tað kemur til útbreiðslu á sosialu miðlunum, var eitt útbreitt hashtag í Noregi #jegharopplevd og í USA hevur slagorðið “YesAllWomen” millum annað verðið brúkt. Hesi tiltøkini hava óivað havt eina ávísa ávirkan, men #metoo er vorðið nógv tað mest nýtta. Tí er týdnangarmikið at kjakið heldur fram og okkurt verður sett í gongd, soleiðis at hetta ikki doyr út og eitt nýtt hashtag kemur aftur næsta ár.
Hesar fyrrverandu royndirnar aru allar útdeyðar og partvís gloymdar. Einki nóg víðfevnandi er gjørt við trupulleikan. Nýggja hashtaggið, #metoo, vísir at gamlar royndir ikki hava havt nóg sterka alheimsliga ávirkan. Hvat skal gerast fyri at #metoo ikki verður enn eitt upplop?
ES politikkarir hava eisini brúkt tíð uppá trupulleikan og eitt stórt fleirtal vil hava eina ætlan, sum skal royna at forða kynsligum ágangi og samstundis gera nýggjar mannagongdir, so tað verður lættari at standa fram, um tú hevur verið fyri verbalum ella fysiskum kynsligum ágangi. Men hvat kann ein samanseting av politikkarum veruliga gera fyri at enda hesum, sum hendir hvønn dag fyri allar kvinnur? Nøkur ítøkilig tiltøk mugu setast í gongd. Tað er ringt at siga, hvussu ein heimsfevnandi broyting kann gerast. Tað at Hollywood stjørnur hava blandað seg hevur av sær sjálvum varpað enn meira ljós á hetta og tað tykist sum, at “nú skal tað vera.”
Hvussu skulu hesir menninir broytast? Skulu serligar skipanir setast í gongd fyri at læra menn, ið fremja ágang, at teirra maskulinitetur ikki skal staðfestast á slíkan hátt? Tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til fyri at steðga ránsdjóra atburðinum og vónandi setur #metoo tankarnar í gongd.