Við nýggju hemildini hjá Bústøðum at skriva út lánsbrøv væntar Fíggjarmálaráðharrin, at í minsta lagi 200 íbúðir kunnu byggjast fyri rímiligan prís. Møguleiki er fyri at fara aftur í Løgtingið at víðka heimildina, um tørvur er á tí.
Tað skal vera lættari hjá fólki við avmarkaðari inntøku at seta búgv, annaðhvørt sum eigari ella leigari, fyri ein rímiligan prís.
Tað vil samgongan, og tí hevur Kristina Háfoss, fíggjarmálaráharri, lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva Bústøðum heimild at skriva út lánsbrøv fyri tilsamans 250 milliónir krónur til tess at fíggja bústaðarbygging. Málið er til 1. vigerð í tinginum nú seinnapartin.
– Endamálið hjá Bústøðum er at byggja til alt fólkið, men vit vita, at tørvurin á leiguíbúðum til fólk við lítlari inntøku, til dømis einligar mammur, og á lestraríbúðum er átrokandi. Tí skal Bústaðir leggja nógva orku í at byggja íbúðir til lesandi og til fólk við lágum og miðallágum inntøkum, sigur Kristina Háfoss.
Uttan heimildina at skaffa sær kapital at fíggja framhaldandi bústaðarbygging, steðgar byggingin hjá Bústøðum upp, tí í 2018 er onki fæ eftir í stovninum at byggja fyri.

– Vit vilja hava varandi fólkavøkstur, og vit vilja leggja nógv fyri at fáa fólk heimaftur, sum av einari ella aðrari orsøk leita sær uttanlands, til dømis í lestrarørindum. Ein fjølbroyttur bústaðarmarknaður er ein fortreyt fyri hesum, og nú vilja vit seta hol á at loysa tørvin á bíligari bústøðum til lesandi og fólk við lágum og miðallágum inntøkum, sigur Kristian Háfoss, fíggjarmálaráðharri.
Minst 200 íbúðir
Væntandi kunnu í minsta lagi 200 nýggjar íbúðir fáast fyri tær 250 milliónir krónurnar, men sambært uppskotinum er bráfeingis tørvurin kring alt landið 800 til 1000 íbúðir.
So hví ikki geva Bústøðum heimild at skriva út enn fleiri lánsbrøv og byggja tilsvarandi fleiri íbúðir?
– Tað kundu vit væl gjørt, og tað ber eisini til at fara í Løgtingið aftur seinni og víðka heimildina. Men eg haldi, at tað er eitt skeivt signal at senda, at tað almenna skal seta seg fyri einsamalt at loysa allan bústaðartørvin í Føroyum. Privat og onnur mugu eisini á vøllin, og tað vóni eg, at so verður, sigur Kristina Háfoss.
Ein lánsheimild á 250 milliónir krónur tryggjar í sær sjálvum ikki lægri bústaðarprísir, men fíggjarmálaráðharrin sigur, at heimildin millum annað er treytað av, at Bústaðir tryggjar sær, at byggikostnaðurin verður so lágur sum gjørligt.
– Við tí eigur leigukostnaðurin av íbúðunum eisini at gerast lægst møguligur. Eg hevði væntað, at útboðið av leiguíbúðum til lesandi og einlig fyri ein kostnað á 4000-5000 krónur um mánaðin fer at økjast munandi við hesum, sigur Kristina Háfoss.
Fólkavøkstur
Fíggjarmálaráðharrin leggur eisini stóran dent á, at ein avgerandi fortreyt fyri varandi fólkavøkstri í Føroyum er ein fjøltáttaður bústaðarmarknaður har úrvalið av leiguíbúðum eisini er nøktandi.
– Vit vilja hava varandi fólkavøkstur, og vit vilja leggja nógv fyri at geva fólkum møguleika at búseta seg her og eisini at fáa fólk heimaftur, sum av einari ella aðrari orsøk leita sær uttanlands, til dømis í lestrarørindum. Vit mugu tíverri ásanna, at avmarkaði bústaðarmarknaðurin higartil virkar tálmandi fyri at røkka hesum málinum. Tí gongdini venda vit nú, sigur Kristina Háfoss.
Lógaruppskotið kann takast niður her.