Ferðsluóhapp við Sandvíkahjalla

Ferðsluóhapp hevur verið við innkoyringina til Sandvíkahjalla. Ein persónsbilur og ein motorsúkkla hava rent saman. 

Ferðsluóhapp hevur verið við innkoyringina til Sandvíkahjalla. Sum skilst er ferðsluóhappið álvarsamt, og eins og myndin vísir, er steðgur í ferðsluni. Ein maður fór beinavegin av stað við sjúkrabilinum.

Fleiri sjúkrabilar, løgreglubilar og transportbilurin hjá brandstøðini vóru á staðnum, og sum skilst rigga bilarnir nú av.