Fiskimannafelagið tekur undir við broyting

Til viðgerðar í dag var uppskot um, at tað skal verða revsivert at ikki løna manningum á føroyskum skipum eftir føroyskum manningarsáttmálum. Jan Højgaard váttar fyri Fjúrtanda, at Fiskimannafelagið tekur undir við uppskotinum. 

Til viðgerðar í løgtinginum í dag, er uppskot til broyting um løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum. Endamálið við uppskotinum var at áseta revsing fyri brot á lógina um føroyskar løningarsáttmálar.

Les eisini: Revsivert at ikki brúka føroyskar sáttmálar 

Sambært lógini skulu skip undir føroyskum flaggi løna manningunum eftir sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Við broytingini, sum var til aðru viðgerð í dag, verður tað revsivert við sekt ella fongsli upp til tvey ár, at bróta lógini.

Fólkaflokkurin vildi vera við, at onki skil var í uppskotinum. Fólkaflokkurin vildi vera við, at uppskotið fór at gera tað verri hjá fiskimanninum og legði eftir landsstýrismanninum, fyri at tað vóru tinglimir og ikki landsstýrisfólkið, sum løgdu uppskotið fram.

Jan Højgaard váttar fyri Fjúrtanda, at Fiskimannafelagið tekur undir við uppskotinum, sum einans er at áseta revsing fyri lóg, sum longu er í gildi.