Mikukvøldið verður tiltak í Gøtu um fiskifrøði og stovnsrøkt av botnfiskasløgunum. Høgni Hoydal, Hjalmar Hansen og Eilif Gaard hava framløgu.
Hvussu nógv er ráðiligt at fiska? Eru stovnarnir burðardyggir, ella mugu vit minka um fiskiveiðina? Á hvørjum ári er stór ósemja millum Havstovuna og Fiskidaganevndina um, hvussu føroysku stovnarnir eru fyri, og hvussu nógv vit kunnu fiska. Hvør hevur rætt, fiskimenninir ella fiskifrøðin?
Hendan spurningin setir Unga Tjóðveldið í samband við tiltak mikukvøldið 20. september kl. 19:30 í Gøtu Arbeiðarafelag. Heitið á tiltakinum er “fiskimenn ella fiskifrøði?”
Hetta kvøldið setir Unga Tjóðveldið stovnsrøkt á dagsskrá. Tiltakið fer serliga at snúgva seg um stovnsrøkt av botnfiskasløgunum, sum eru toskur, hýsa og upsi.
Hjalmar Hansen, formaður í fiskidaganevndini og Eilif Gaard, stjóri í Havstovuni greiða frá, hvør mannagongdin hjá teimum er til at gera tilmæli um fiskidagar. Bæði Eilif Gaard og Hjalmar Hansen koma síðan við sínum ískoyti til og hugsan um, hvussu vit á bestan hátt tryggja okkum fiskastovnar, ið eru væl fyri.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at enda at siga sína hugsan á økinum, og hvussu nýggja skipanin skal tryggja okkum burðardyggar fiskastovnar.
– Í langa tíð hava vit hoyrt, at semja er ímillum politisku flokkarnar um týdningin av einari góðari stovnsrøkt. Tó síggja vit ikki, at fiskidagatalið verður lækkað, og vit mugu tí taka kjakið upp, hvat góð stovnsrøkt er. Er tað at fylgja tilmælinum frá fiskidaganevndini um sama fiskidagatal, ella er tað at fylgja ráðunum frá fiskifrøðingum á Havstovuni? spyr Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum.