Fiskivinnunýskipan, hvat nú?

Eingin ivi er um, at 14. september samgongan, sum hon verður rópt av summum, setti sær stór mál, tá ið samgonguskjalið varð undirskrivað. Nú er tað týdningarmesta samtykt… 

Fríggjadagsklummuna hesa ferð eigur Hervør Pálsdóttir, 

Eingin ivi er um, at 14. september samgongan, sum hon verður rópt av summum, setti sær stór mál, tá ið samgonguskjalið varð undirskrivað. Eitt ótal av nýskipanum skuldu setast í verk: fiskivinnunýskipan, heilsunýskipan, pensjónsnýskipan. Fólkaatkvøða um stjórnarskipan Føroya skal haldast í 2018. Ein hópur av málum og bert 4 ár at avgreiða tey í. Men tann týdningarmesta nýskipanin var uttan iva fiskivinnunýskipanin… og nú er hon samtykt!

Átjan-fimtan – tað gjørdist úrslitið. Eftir róp og geyl í fleiri ár avgreiddi samgongan loksins hetta stórmál. Hetta mál, ið hevur fylt so nógv í samfelagskjakinum og hevur spent bein fyri øðrum, tí ósemjurnar hava verið so stórar. Hóast uppskotið ikki endaði, júst sum man ætlaði tað, so var nógv gjørt fyri at fáa semju og fáa sum flest uppí. Er eitt tað týdningarmesta ikki hóast alt, at samgongan stóð saman og læt ikki andstøðuna taka valdið og endaliga privatisera fiskivinnuna?

Nú fer samgongan at standa saman um stjórnarskipan Føroya. Tað er so umráðandi fyri føroyska samfelagið, at vit hava ein grundlóg, ið tryggjar okkum, at í Føroyum eru tað føroyingar, ið ráða. Danska grundlógin er gjørd til danir og danska samfelagið, ikki føroyingar og føroyska samfelagið. Hóast stjórnarskipan Føroya tíverri ikki er nakað loysingarskjal, so er hon við til at tryggja tey rættindi, ið vit sum fólk, hava. Vit hava sæð, hvat hendi við Katalonia. Tað sama kundi hent fyri Føroyar, men vit mugu tryggja okkum, at tað ikki hendir, skuldu føroyingar viljað loyst frá Danmark í framtíðini.

Sambandsflokkurin hevur verið óførur at føra lýsingarátøk, sum skulu ræða fjøldina. Hóast samgongan tíverri ikki hevur sett loysing á breddan, verður alt vent til, at nú loysa Føroyar. Men meðan Sambandsflokkurin lýsir við ósannindum, má samgongan føra politikk – og tað er ongantíð týdningarmiklari enn nú, at hon heldur seg til tað. Búskaparliga stavnhaldið fyri loysing varð lagt við eini sunnari fiskivinnuskipan. Um stjórnarskipanin verður samtykt, so er løgfrøðiliga grundarlagið undir samfelagnum staðfest, og tá er bara politiski viljin eftir. Við stjórnarskipanini verða fólkaræðisligu rættindini føroyinga løgd, og tá fær Sambandsflokkurin rætt: Eftir hetta er alt klárt til loysingina. Tá kann Føroya fólk sjálvt taka støðu.