Fiskivinnunýskipan til Vágs

Almennur fundur um fiskivinnunýskipanini í Skúlahøllini í Vágs Skúla. Suðuroyingar fáa nú eisini høvið at kunna seg um uppskotið til fiskivinnunýskipan.

Nú sleppa eisini suðuroyingar at seta landsstýrismanninum í fiskivinnumálum beinleiðis spurningar um uppskotið til fiskivinnunýskipan, sum samgonguleiðararnir eru í holt við at leggja seinastu hond á.

Leygardagin 8. apríl skipar Suðuroyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um fiskivinnunýskipanina, har Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at kunna um uppskotið, og møguleiki verður at seta spurningar.

Fundurin er almennur og verður í skúlahøllini í Vágs Skúla leygardagin 8. apríl kl. 15.00. Øll eru vælkomin.