Fiskivinnunýskipan “for dummies”

Fleiri hava gjørt vart við, at uppskotið til fiskivinnunýskipan bæði er drúgt og fløkt, og Høgni Hoydal ásannaði eisini í formansfrágreiðingini, at uppskotið umrøður nógv viðurskifti, sum krevja tøkniliga vitan og útrokningar.

Tað ber ikki til at gera fiskivinnulóggávu uttan slíkt. Í formansfrágreiðingini legði Høgni Hoydal fram eitt yvirlit yvir teir tríggjar høvuðstættirnir, sum hava verið mest frammi.

Her er stutta útgávan við spurningum og ivamálum í fiskivinnunýskipanini:

1. Stovnsrøkt og burðardygg veiða:

  • Uppskotið er at fylgja fylgja lívfrøðiligum tilmælum og langtíðarætlanum fyri ymsu stovnarnar.
  • Uppskotið er at fara til kvotuskipan fyri fiskiskap í føroyskum sjógvi. Tó fiskidagaskipan fyri útróður.

2. Treytir fyri virðisøking og virksemi í Føroyum

  • Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska skulu vera búsitandi og skattskyldug í Føroyum. 4 ára skiftistíð. Herdar treytir til skatting og vinningsbýti.
  • Fiskur skal landast í Føroyum – minst 75%
  • Alt skal til lands (høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir). 4 ára skiftistíð.
  • Veiða skal bjóðast út til føroysk virki – í minsta lagi 60 %.
  • Øll manning skal fylgja sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum, gjalda skatt og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
  • Útflutnings-/innflutningskredittur verður skipaður (frystur fiskur o.a.)
  • Munandi peningur verður sett av til at menna virðisøking og nýskapan kring landið.
  • Betri eftirlit, revsireglur og góðskukrøv. Forhondsgóðkenning, tá ið bjóðast skal.
  • Tilfeingisgjald skal gjaldast fyri at fiska, har ein tilfeingisrenta er. Antin við útboði ella við ásettum gjaldi av bruttovinningi.

3. Atgongd at fiska og at bjóða seg framat

  • Feløg/fólk hava atgongd – ikki knýtt at stáli og veiðiloyvi. Tó øll skip í føroyskari skipaskráseting.
  • Verandi í vinnu í dag hava fiskirættindi í mun til søguligt tal
  • Nýggj rættindi verða boðin út – ein minni partur kann bjóðast út við treytum um tilknýti/virksemi í økjum í landinum.
  • Antitrustreglur – ikki aftureftirvirkandi, men frameftir 12% fyri tað samlaða og millum 15 og 35% fyri einstaka fiskaslagið