Mikudagin 28. juni verður tiltak í Fríðu Kaffihúsi í Klaksvík um fiskivinnunýskipanina. Høgni Hoydal og Óluva Klettskarð luttaka á tiltakinum.
Sum liður í nýggja fiskivinnuuppskotinum, ið skal fyri tingið í næstu viku, hava ymisk økisfeløg hjá Tjóðveldi skipað fyri kunnandi tiltøkum. Bæði í Suður- og Norðstreymoy hava tiltøk verið, har landstýrismaðurin hevur greitt frá skipanini, samstundis sum høvi hevur verið at seta spurningar.
Í morgin fer Norðoya Tjóðveldisfelag at skipa fyri líkandi tiltaki. Á tiltakinum vera Høgni Hoydal og Óluva Klettskarð, og høvi verður aftur hesa ferð at seta spurningar.
Tiltakið byrjar klokkan 20.00 endar klokkan 22.00.
Felagið boðar frá, at øll eru vælkomin.
Til ber at síggja meira um tiltakið her