Fitt av fólki var til stuðulstiltakið fyri pedagogunum í dag, tá ið Annika Olsen, borgarstjóri, millum annað segði nøkur orð.
Fitt av fólki var til stuðulstiltakið hjá pedagogunum í dag klokkan 15.00. Tiltakið varð hildið í kjalavørrinum av, at pedagogarnar vilja fáa hægri løn, og at hetta hevur leitt til verkbann og verkfall.
Tað tykist ikki sum nøkur semja er í eyðgsjón, men Annika Olsen, sum er borgarstjóri í Havn og harvið millum arbeiðsgevararnar, segði í stuttari røðu, at hon vónaði at endi skjótt fekst á ósemjuni.
Annars helt umboð fyri pedagogarnar røðu og Jens Marni Hansen spældi nøkur løg.
Myndir frá tiltakinum kunnu síggjast her