Fjórða útbjóðingarumfar sett í gongd

Lítil samkoma var í Smæruni í Havn í sambandi við at fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting varð sett í gongd klokkan 13.oo í dag. Á samkomuni vóru framløgur frá Jarðfeingi, har greitt var frá kanningum av undirgrundini í Føroyum. Poul Michelsen hevur góðar vónir. 

Á samkomu í Smæruni í Havn varð fjórða útbjóðingarumfarið til oljuleiting í Føroyum sett í gongd. Eini 30-40 fólk møttu at síggja framløgu av arbeiðinum hjá Jarðfeingi. Heri Ziska jarðfrøðingur hjá Jarðfeingi greiddi frá kanningum av føroysku undirgrundini, og hann segði í framløguni, at kanningarnar geva góðar vónir um, at olja er í undirgrundini.

Heri Ziska legði fram um undirgrundskanningar í Føroyum.

Heri Ziska greiddi eisini frá, at ymisk krøv verða sett til oljufyritøkurnar sum bjóða, sum tey skulu lúka, fyri at sleppa at bora. Millum annað skulu feløgini gera kanningararbeiði í øllum økinum, har tey høvdu bjóðað, og jarðfeingi metur eisini um, hvørt feløgini eru fíggjarliga og tøkniliga nóg væl fyri, til at gera arbeiðið, sum tey bjóða seg til at gera.

Barbara B. Hansen frá Jarðfeingi greiddi eisini frá, hvussu jarðfeingi lýsti við útbjóðingini uttanlands. Hon greiddi frá, at umframt at greinar javnan vórðu prentaðar í vísindaligum tíðarritum, luttók Jarðfeingi eisini javnan á ráðstevnum við framløgum og básum. Hon segði, at tað verður nógv gjørt fyri at miðla granskingina av Føroyum út til oljufeløgini, og at stundum vórðu fundir eisini hildnir við einstøk oljufeløg.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum helduar, vónirnar eru góðar fyri, at borað verður í Føroyum.

Poul Michelsen landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sum eisini helt røðu á tiltakinum segði í stuttari viðmerking við 14. september, at hann skilti á fakfólki kring seg, at áhugi var frá útlondum at bjóða seg fram at bora eftir olju í Føroyum. Hann helt heldur ikki, at tað var nakar dupultmoralur í, at arbeiða við grønari orku í Føroyum, samstundis sum vit møguliga fóru at selja olju til onnur lond. Hann segði, at í hansara hugaheimi var tað eisini ein sjálvfylgja, at nakað av peninginum, sum fekst frá eini møguligari oljuboring, fór til at gera Føroyar grønar.



Related Posts