Fleiri deyð í eldi í London

Seks fólk hava latið lív, eftir at eldur kom í háhús í London. Fleiri eru illa løstað.

Um eitt tíðina í nátt varð boðað frá eldi í Grenfell Torninum, ið er í London. Talan er um íbúðarhús, har um 400-600 fólk búgva.

Tað eru 24 hæddir í bygninginum, og myndugleikarnir halda, at eldurin kyknaði í fjórðu hædd, og eldurin hevur breitt seg óvanliga skjótt. Sløkkilið hava einans megnað at koma upp á 12 hædd í bygninginum.

Vitni siga, at børn blivu tveitt út úr bygninginum í vón um at bjarga teimum. Ein maður, ið búði í bygninginum sigur við BBC, at hann upplivdi støðuna, sum var hann í einum ræðufilmi.

Enn er óvist, hvussu eldurin kyknaði.

BBC hevur eina síðu, ið verður dagførd so hvørt. Leinki til síðuna fæst við at trýsta her