Fleiri ferðamannaskip til Runavíkar

Tvey stór ferðamannaskip hava longu bílagt pláss á Runavíkar Havn fyri 2019. 

Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at fleiri ferðamannaskip koma til Runavíkar næsta ár og árið eftir. Kommunan skrivar, at felagið Tui Cruises hevur bílagt pláss til tvey av sínum størstu ferðamannaskipum í 2019 og eitt pláss komandi summar.

Talan er um skipini Mein Shiff 3, sum vitjar 6. juli 2019 og Mein Schiff 4, sum kemur sunnadagin 11. august sama ár. Komandi summar kemur Mein Schiff 3 fyrstu ferð, tá ið skipið leggur at 21. juli 2018.

Bæði skipini eru umleið 293 metrar long og hava pláss fyri 2.500 ferðafólkum og eini manning á 1.250, og skipini skulu liggja við kai frá 7.00 um morgunin til 19.30 um kvøldið.