Hóast ávís lýti eru í uppskotinum, heldur Ingolf S. Olsen, at fleiri góðir tættir eru í fiskivinnunýskipani, sum kemur fyri tingið í dag.
Fiskivinnunýskipanin kemur langt um leingi fyri tingið í dag, eftir at samgongan hevur arbeitt leingi fyri at finna semju um málið, og eftir at langir fundir vórðu hildnir á Tvøroyri í apríl mánaða bar á mál.
– Samráðingar hava verið leingi. Líka síðani áðrenn jól hava samráðingar verið, og semjan, sum nú fyriliggur er eitt úrslit av øllum teimum samráðingum, ið hava verið. Øll hava flutt seg nakað, men eg haldi absolutt at vit kunnu standa inn fyri uppskotinum, ið nú fyriliggur, sigur Ingolf S. Olsen.
Men Ingolf S. Olsen viðgongur at tað eru nógv ting í uppskotinum, ið hann kundi hugsað sær vóru ørvísi. Hann greiðir frá, at hann eitt nú heldur at ov lítið av veidda fiskinum fer um uppoðsølu, og at antitrust mørkini eru ríkiliga høg.
Ingolf fegnast tó um, at eitt uppskot loksins er komið í tingið. Hann vísir á, at tað eru fleiri góðir tættir í uppskotinum.
– Uppskotið líkist nógv tí, ið eg segði í valstríðnum og tí, ið eg upprunaliga ímyndaði mær, at uppskotið fór at verða, sigur Ingolf. Hann vísir á, at uppskotið er ein reformur, ið er eitt úrslit at semjum, tá øll hava givið seg nakað. Hann leggur afturat, at tað týdningarmesta er, at ognarætturin ikki verður privatiseraður, og at tað framvegis er og verður Føroya fólk, ið eigur rættin til fiskin.
Fyri Ingolf týða rættindi og sømdir hjá manningunum nógv, og hann gleðist um, at tað eru tættir í uppskotinum, ið verja fiskimannin.
– Prinsippið um, at tað er rættindahavarin, ið skal gjalda fyri rættin at fiska, og ikki fiskimaðurin hevur ligið mær serliga nær. Hetta prinsippið verður knæsett í nýggju lógini, sigur Ingolf at enda.