Fleiri løntakarar í Føroyum

Næstan líka nógvir løntakarar eru nú, sum tað vóru, tá ið metið varð sett í 2008. 

Í juni og apríl mánaða í ár vóru 26.029 løntakarar, um hugt verður eftir árstíðarjavnaðum tølum. Tað, vísir hagstovan á, er tað sama, sum metið fyri løntakarar, sum var í 2008. Tá var talið á løntakarum árstíðarjavnað 26.031, sum var tað hægsta talið síðani 1985.

Búskaparfrágreiðingin í 2017 vísti eisini á, at vøkstur var í løntakaratalinum, serliga í sekunderu- og primeru vinnuni – tað er í tilfeingis og vøruframleiðslu vinnuni. Vøksturin av almennum løntakarum var hinvegin meira avmarkaður, hóast hann eisini var til staðar. Búskaparfráðgreingin vísti eisini, at talið av løntakarum er vaksið støðugt síðan 2014, tá ið nettotilflytingin var serliga stór.