Fleiri misskiljingar vórðu rættaðar

Á fundi sum Norðoya Tjóðveldisfelag skipaði fyri í gjár, var høvi hjá fólki at seta spurningar til Høgna Hoydal. Óluva Klettskarð heldur, at fundurin var væl eydnaður. 

Eini 30 fólk vóru á fundi um fiskivinnunýskipanina, sum Norðoya Tjóðveldisfelag skipaði fyri í gjár. Fundurin var skipaður soleiðis, at eftir at Óluva Klettskarð og Rasmus Biskopstø høvdu bjóðað vælkomin, hevði Høgni Hoydal framløgu um nýskipanaruppskotið í fiskivinnuni. Hann fór eisini nærri inn á ítøkiligar misskiljingar, sum hava verið at sæð í miðlunum. Øllum kunnugt er Klaksvík mætur fiskivinnubýur, so áhugin ímillum fundarfólkið var stórur og spurningarnir fleiri.

Høgni Hoydal hevði framløgu fyri fundarfólkinum

Høgni Hoydal viðgekk, at fleiri lutir í uppskotinum vóru fløkjasligir at skilja, tí at lóggáva á einum so umfatandi øki altíð er kompliserað. Men landstýrismaðurin helt hinvegin, at aðalmálið í uppskotinum var greitt – nevniliga at føroyingar skulu sum tjóð fáa meira burtur úr úrdráttinum av fiskatilfeingi okkara.

Fundurin væl eyðnaður
Eitt nú hevur verið sagt, at alt av tilfeinginum við tíðini fer yvir uppboðsølu, men landsstýrismaðurin vísti øllum tílíkum pástandum aftur. Ein stórur partur av uppskotinum, sum ikki hevur verið viðgjørdur, er eisini hvussu landið kann stuðla nýmenning og gransking í aðalvinnu føroyinga. Høgni Hoydal vísti á, at tíggju prosent av inntøkunum á uppboðsøluni fara beinleiðis til gransking innan fiskaveiðu, og hettar kann við tíðini gerast stórur fongur fyri Føroyar.

Óluva Klettskarð bjóðar vælkomin til fundin í Klaksvík í gjár

Óluva Klettskarð hevur verið fyri hørðum atfinningum í heimstaði sínum, eftir at farið varð undir nýskipanararbeiðið. Hon helt, at fundurin svaraði fleiri misskiljingum, tí fundarfólkið fekk høvi at seta spurnignar, og landsstýrismaðurin fekk høvi at svara teimum.

– Eg eri væl nøgd um, at fundarfólki fekk svar upp á fleiri spurningar, sum hava verið ógreiðir. Tað var eitt nú týdningarmikið at fáa staðfest, at onki av botnfiskinum á heimagrunnunum fer um uppboðsølu, fyrr enn stovnarnir eru væl betri fyri, og at lítið av fiskiskapinum í Barentshavinum verður ávirkað av uppskotinum, sigur Óluva Klettskarð við Fjúrtanda.

Álitið leggjast fram í morgin
Sum skilst á tingfólki úr ymiskum flokkum, verða álitini úr vinnunevndini løgd fyri løgtingið í morgin, soleiðis at viðgerðin kann vera í næstu viku. Um álitið verður lagt fram í morgin, verður 3. viðgerð av uppskotinum allarhelst mánadagin, og so hava føroyingar eina nýggja fiskivinnuskipan, tá næsta vika er liðin.